NÝGGJASTU TÍÐINDI

  • Leiðari settur fyri Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

    Leiðari settur fyri Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

    Sinnisbati hevur sett Gunnvá Árnadóttir Djurhuus í starv sum leiðara fyri nýggju Ungdómsráðgevingina hjá felagnum. Gunnvá er 39 ára gomul, úr Leirvík og útbúgvin sosialráðgevi. Hon hevur meira enn 10 ára royndir innan barna- og ungdómsøkið, sosialum arbeiði og tvørfakligum samstarvi. Ungdómsráðgevingin hjá Sinnisbata er eitt nýtt fyribyrgjandi tilboð til …Les meira »
  • Altjóða sálarheilsudagur 2026: hvussu lofta vit?

    Altjóða sálarheilsudagur 2026: hvussu lofta vit?

    10. oktobur er altjóða sálarheilsudagur. Í ár varpar Sinnisbati ljós á sálarheilsu hjá ungum, og hvussu vit í felag kunnu skapa betri karmar fyri góðari sálarheilsu og trivnaði. Hvat siga tey ungu sjálvi um sálarheilsu, og hvussu vit sum samfelag kunnu lofta? Monika Hjelm Joensen, ungdómsumboð, heldur røðu. Vit fáa …Les meira »
  • Sýningar av heimildarfilminum Mammuskepilsið

    Sýningar av heimildarfilminum Mammuskepilsið

    Sinnisbati fegnast um góðu undirtøkuna til sýningarnar av Geytavirðislønta filminum ‘Mammuskepilsið’, sum vóru í mars mánaða í Klaksvík og Miðvági. Sinnisbati fer nú aftur at sýna filmin, og hesaferð verður tað í Havn og í Vestmanna. Tiltøkini eru ókeypis, men tilmelding krevst. Sýning á Føroya Fólkaháskúla í Havn 2. juni …Les meira »
  • Fyrilestur: at geva røddunum meining

    Fyrilestur: at geva røddunum meining

    Mikudagin 27. mai kl. 19:00 verður spennandi fyrilestur um at hoyra røddir í Perluni í Havn. Tað er viðurkendi bretin, Trevor Eyles, sum heldur fyrilesturin. Trevor er útbúgvin psykiatriskur sjúkrarøktarfrøðingur og hevur arbeitt við menniskjum, sum hoyra røddir, í meira enn 20 ár. Hann hevur seinastu mongu árini starvast í …Les meira »
  • Nýggj nevnd í Sinnisbata

    Nýggj nevnd í Sinnisbata

    Aðalfundur hjá Sinnisbata varð hildin 17. mars og tríggir nevndarsessir stóðu fyri vali. Í nevndini hjá Sinnisbata skulu sjey nevndarlimir veljast og tveir tiltakslimir. Til aðalfundin valdi Oddbjørg Johansen at takka fyri seg. Oddbjørg hevur sitið í nevndini í Sinnisbata í tvey ár, og vit takka henni fyri hennara góða …Les meira »
  • Starvslýsing: Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

    Starvslýsing: Leiðari til Ungdómsráðgevingina hjá Sinnisbata

    Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri nýggju Ungdómsráðgevingini og gera ein veruligan mun í lívinum hjá ungum í Føroyum? Eitt áhugavert og avbjóðandi starv er leyst at søkja hjá Sinnisbata. Um Ungdómsráðgevingina Sinnisbati setur á stovn eina ungdómsráðgeving við íblástri frá Headspace í Íslandi …Les meira »
  • VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

    VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

    Í samband við løgtingsvalið bjóða Fountainhúsið og Sinnisbati til politiskt orðaskifti um psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman. Vit umrøða evni um m.a fyribyrging, psykiatriætlan, rúmliga arbeiðsmarknaðin, skúlatilboð, bústaðarmøguleikar og eftirløn til fyritíðarpensjónistar. Umboð frá øllum politisku flokkunum luttaka, og vit spyrja, hvussu tey ætla …Les meira »

BLØÐINI HJÁ SINNISBATA ERU TELDUTØK