Bubu á ferð_mynd

Fyrilestur fyri fakfólk: Børnefamilien – et dynamisk systemperspektiv. Í Læraraskúlahøllini á Frælsinum 27/02 kl. 10:00 – 12:00

Áhugaverdur, aktuellur og viðkomandi fyrilestur, fyri fakfólki, verður í Læraraskúlahøllini á Frælsinum, fríggjadagin 27. februar frá kl. 10:00 – 12:00. Kendi professarin og menningarsálarfrøðingurin Dion Sommer, frá Psykologisk Institut á Århus Universiteti er í Føroyum, og í hesum sambandi heldur hann ein fyrilestur við heitinum: Børnefamilien – et dynamisk systemperspektiv I forlæsningen bliver vigtigheden af hele tiden at se familien som et komplekst relationelt system fremhævet.

Dion Sommer hevur granskað nógv í lívsverðini hjá børnum og umstøðum teirra í nútíðar samfelagnum. Seinnu árini hevur hann serliga miðsavna seg um mentan, gerandislív og teir sosialu førleikarnar hjá barninum. Hann hevur m.a. skrivað bókina Barndomspsykologi, sum kom út fyrstu ferð í 2003, og varð endurútgivin í 2008. Um ársskifti 2015 er hann aftur bókaaktuellur við bókini “Læring, dannelse og udvikling – kvalificering til fremtiden i daginstitution og skole”. Dion Sommer hevur, m.a. umvegis sínar fyrilestrar og bøkur, verið við til at skapt spennandi kjak um fakta og mýtur í okkara fatan av barninum og heimi tess. Fyrilesturin er ókeypis!