Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Nýtt poddvarp fer í luftina!

Nýggja poddvarpið TØGN um tað, ið vit ikki tosa um, kemur út mikudagin 2. mars!
Sinnisbati hevur í longri tíð arbeitt við eitt poddvarp, ið skal lýsa sálarheilsuøkið úr ymiskum sjónarhornum. Nú eru vit langt um leingi klár, og kann í samstarvi við Sinnisbata Ung, gleða okkum til mikudagin, har fyrsti partur verður almennur.

Poddvarpið TØGN snýr seg um tað, ið er torført at tosa um. Tað, ið er tabu. Men ikki longur - nú bróta vit tøgnina.

Partur 1 ber heitið "Ung og sálarheilsa". Í poddinum verður prátað við Magna Mohr, formann í Fólkaheilsuráðnum, eitt Voxpop er gjørt millum ung, har spurt var um teirra tankar. Eisini verður prátað  við Tóru Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi í NÁMI. At enda lurta vit eftir sanginum, ið kemur at mynda hesa poddvarpsrøð.

Lagt til rættis: Anna Joensen-Næs og Laura Apol.

Poddurin verður at hoyra á Spotify og SoundCloud:

Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Aðalskrivari til Sinnisbata

Vilt tú vera við til at menna og standa á odda fyri Sinnisbata, áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra í Føroyum? Eitt áhugavert, mennandi og avbjóðandi starv sum aðalskrivari hjá Sinnisbata er leyst at søkja.

Um Sinnisbati

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hvønn dag arbeiða vit fyri at bøta um korini hjá teimum, umframt at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Starvið

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi, áhugavert og avbjóðandi starv, har tú hevur stóra ávirkan á virksemi í felagnum. Saman við nevndini hevur tú ábyrgd av øllum virkseminum í felagnum. Virksemið í felagnum er nógv økt síðstu árini, og økist støðugt. Hetta krevur, at tú ert førur fyri at hava nógvar bóltar í luftini samstíðis uttan at missa yvirlitið.

Sum aðalskrivari arbeiðir tú við:

– At hava ábyrgdina av at avgerðir hjá nevndini verða framdar í verki.

– At kanna møguleikar fyri at fremja ynskjum hjá nevndini.

– At økja um inntøkurnar hjá felagnum.

– At hava samband og samskifti við MEGD, myndugleikar, samstarvsfeløg og viðkomandi stovnar.

– At samskipa verkætlanir og tiltøk.

– At skriva kunningar- og tíðindaskriv, umframt hoyringsskriv og svar.

– At sita í arbeiðsbólkum, sum umboð fyri Sinnisbata.

Vit ynskja hesar førleikar:

– Tú ert eldhugaður og hevur kunnleika til psykiatriska økið.

– Tú hevur gott innlit í føroysk politisk- og samfelagsviðurskifti.

– Tú dugir væl at málbera teg á føroyskum.

– Tú hevur góð samstarvsevni og ert álítandi.

– Tú er fyrikomandi og sinnaður til at traðka fram í miðlum um neyðugt.

– Tú tekur stig til nýggj tiltøk og brúkar títt hugflog.

– Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt.

– Tú hevur góðan telduførleika.

– Tú er struktureraður, hevur yvirlit og góðar fyrisitingarførleikar.

– Fyrimunur er, um tú hevur umsitingar- og leiðsluroyndir, tó ikki eitt krav.

Á skrivstovu felagsins arbeiðir eisini eitt skrivstovufólk 10 tímar um vikuna, umframt at fleiri sjálvboðin og fríyrkisstarvsfólk eru knýtt at felagnum. Hesi hevur aðalskrivarin dagligu ábyrgdina av.

Løn/setanartreytir

Starvið er normerað til 30 tímar um vikuna, starvsbrøkur 3/4. Starvssetanin er frá 1. apríl 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin er sambært sáttmála millum fíggjamálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lauru Apol, á tlf 597913 ella á teldupostinum sinnisbati@sinnisbati.fo Umsókn saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast til Sinnisbata, umvegis teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo. Viðmerk “umsókn” á teldupostin.

Umsóknarfreistin er 22. mars 2022 kl. 12:00. Meira kunning um arbeiðið hjá Sinnisbata kann finnast á heimasíðu felagsins: www.sinnisbati.fo

Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Nýggj nevnd er vald

(Frá vinstru: Joan Pousen, Elisabeth Carlsson, Súsanna Olsen, Oda Jóhansdóttir, Margretha Poulsen, Erla Matras Jensen og Rannvá Dam Thomsen. Vivian Sjóðklett og Súsanna Herdalur Tausen).

22. februar var ársaðalfundin í Sinnisbata hildin í MEGD-húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.

Súsanna Olsen, forkvinna, legði fram sína formannsfrágreiðing, har hon legði dent á stóra virksemið, ið hevur verið seinasti árið, hóast virksemið hevur verið rakt av korona. Hon takkaði fyri stóra vælvildin og stuðulin, ið felagið upplivdi, tá Sinnisbati saman við KRIS, høvdu stóra sjónvarpsinnsavningartiltak í Kringvarpinum 6. novembur 2021.

Formannsfrágreiðing og ársfrágreiðing frá skrivstovuni, verður í næstum teldutøk á heimasíðuna.

Nýggj nevnd bleiv á fundinum vald, og fleiri takkaðu fyri seg. Millum onnur Tummas Thomassen, ið hevur verið virkin í Sinnisbata í nærum 30 ár. Vit takka honum fyri alt tað hann hevur givið og verið fyri felagið. Hansara arbeiði hevur gjørt stóra mun gjøgnum øll hesi árini. Vit vilja somuleiðis takka Elin Hansen fyri hennara arbeiði seinasti árini, nú hon ikki stillaði upp aftur.

Vit bjóða trý nýggj anlit vælkomin: Joan Poulsen, Elisabeth Carlsson og Rannvá Dam Thomsen.

Á fyrstu nevndarfundinum, 1. mars, skipaði nevndin seg soleiðis:

  • Súsanna Olsen, afturvald sum forkvinna
  • Oda Jóhansdóttir, afturvald sum 2. næstforkvinna
  • Erla Matras Jensen, afturvaldursum 2. næsforkvinna
  • Súsanna Herdalur Tausen, vald sum nevndarskrivari og kassameistari
  • Vivian Sjóðklett, nevndarlimur
  • Rannvá Dam Thomsen, nevndarlimur
  • Joan Pousen, tiltakslimur
  • Elisabeth Carlsson, tiltakslimur

Nevndin er til reiðar at fara til verka við eitt nýtt og spennandi nevndarár, har nógv áhugavert virksemi er á skránni. Millum annað fyllir Sinnisbati 40 ár 24. mai.

Meira verða at frætta leypandi á heimasíðu felagsins og á Facebook-síðuni hjá felagnum

Skærmbillede 2022-06-28 kl. 10.16.09 AM

Stovnandi aðalfundur í Sinnisbata Ung (SBU)

Mánakvøldið 14. februar kl. 19 verður stovnandi aðalfundur í Sinnisbata Ung. 🥳
Sinnisbati Ung er ungmannafelagið hjá Sinnisbata. Vit vilja vera við til at varpa ljós á lívið við sinnisligum sjúkum, órógvi og avbjóðingum. Vit vilja økja um vitanina um sálarheilsu hjá ungum í Føroyum og arbeiða fyribyrgjandi. Vit vilja bróta tøgnina og niðurbróta tabu viðvíkjandi psykiatriskum diagnosum.
Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin at gerast partur av nýggja felagnum. Vit bjóða ein tryggan felagsskap, har pláss er fyri øllum, eitt fordómsleyst og viðurkennandi stað, við rúmi til bæði stuttleika og álvara og spennandi og mennandi tiltøkum og átøkum, ið eru sálarheilsufremjandi, rúmlig og upplýsandi.
Aðalfundurin verður hildin  14. februar kl. 19 í MEGD húsinum á Íslandsvegi 10C í Tórshavn.
Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt.
Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung, ber tað til her: Sinnisbati Ung (SBU).
Tað kostar 100 kr. um árið.
Øll yvir 30 ár, kunnu gerast studulslimir.
Vit síggjast! ✨