317440418_505106404978211_6960005771123095935_n

LOYSA MARKAFORÐINGAR Á BARNA- OG UNGDÒMSØKINUM

Børn skulu ongantíð detta niður ímillum tveir stovnar, tvær skipanir ella tvey ráð, sum vit ferð eftir ferð
hoyra og síggja í Føroyum.

Tórmóður Stórá hevur sagt tað fleiri ferðir – vit skulu droppa at noyða skipanir í Føroyum til at samstarva, tí

tað riggar ikki. Vit skulu ístaðin samskapa nakað nýtt. Tað megna vit. Og tað ynski eg, at verða við til.
Yvirskipað veit man, at tað er trupult hjá ymsu skipanunum í Føroyum at samstarva tvørturum geirar,
tvørturum politisk løg og tvørturum ymisk fakfólk.

Í Íslandi hava tey fyri kortum rist posanum av nýggjum, tá ið tað viðkemur barnaøkið. Og tey eru komin við
eini nýggjari loysn, ið riggar framúr væl inntil víðari.
Tey hava sett á stovn eitt barnamálaráð!

Eitt barnamálaráð, har tað er EIN málaráðharri, ið einans skal arbeiða fyri børnum. EIN, ið hevur ábyrgdina
av barnaøkinum.

Tíðin er komin til, at vit hyggja at mátanum, ið vit hava skipað okkara samfelag og okkara skipanir. Borgarar
og fakfólk rópa um kapp fyri at vísa á, at verandi skipanir ikki rigga nóg væl, og so slettis ikki nóg væl saman.
Um vit hyggja at okkara verandi skipan, so er tað skipað m.a. soleiðis:

– Gigni er undir Heilsumálaráðnum
– Almannaverkið og Barnaverndartænasturnar eru undir Almannamálaráðnum
– Nám/Undirvísingarstýrið er undir Uttanríkis og Mentamálaráðnum

Her eru trý ymisk ráð, trý ymisk lógarverk og tríggir ymiskir málaráðharrar, ið kunnu hava við sama barn at
gera.

Okkara barnaøkið er deilt upp í fleiri økir og ráð. Fleiri økir við egnum lógarverkið, reglugerðum og
kunngerðum, sum fyri tað mesta virka leys av hvørjum øðrum. Lopið frá eini skipan til tí næstu er
avbjóðandi – fyri at siga tað milt – og tess fleiri skipanir eru, tess fleiri eru lopini. Er tað undarligt, at børn
detta niður ímillum?

Við at seta eitt Barnamálaráð á stovn í Føroyum, merkir tað, at øll, sum arbeiða við og fyri børn, hoyra undir
sama ráð – og harvið eru fleiri markaforðingar longu tiknar burtur, sum vit stríðast við í Føroyum.
Í Føroyum royna vit øll at draga í somu línu, fyri at bata um barnaøkið. Gigni, Sernám, Almannastovan,
Barnaverndartænastur, Løgregla, kommunur, frítíðarfelagsskapir v.m., men tað er enn ov stirvið og vit
koma ikki nóg langt fram við verandi skipanum.

Fyri at stovnarnir kunnu fremja eina burðardygga samskapan krevst, at stovnarnir hvør sær hava rættar
karmar at virka undir. Tað verður gjørt við dagføra lógargrundarlagið og syrgja fyri nøktandi fíggjarkørmum.

Ásla Leila Birgisdóttir Johansen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

316677862_5882354011820733_8959472899720697363_n

Barnamálaráð skal styrkja familjurnar

– Djóni Nolsøe Joensen

Barnamálaráð skal styrkja familjurnar

Vit kunnu ikki liva við, at foreldur at børnum við serligum tørvi í tíð og ótíð skulu noyðast í sjónvarpið fyri at fáa neyðugu hjálpina. Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar og gera neyðugu broytingarnar

Í Føroyum er tað eftirhondini gerandiskostur, at foreldur at børnum við serligum tørvi noyðast út í miðlarnar at rópa neyðarróp, tí børnini fáa ikki neyðugu hjálpina.

Skipanin, sum skal hjálpa hesum illa sperdu familjunum, er alt ov stirvin í dag. Foreldur fáa ikki nóg neyvt at vita, hvørji rættindi barnið og tey hava. Ofta noyðast familjurnar sjálvar at leita runt í ymiskum skipanum eftir hjálp. Starvsfólkini kýta seg at gera eitt gott arbeiði, men skipanin haltar.

Seinasti útvegurin

Í Danmark hava tey t.d servicelógina, sum greitt upplýsir familjum, hvørja hjálp og rættindi tey hava, tá ið barnið hevur tann og tann serliga tørvin.

Í Føroyum missa hesi frammanundan hart trýstu foreldur nærum mótið frá fyrsta degi av og orka illa kampin við systemið. Tey koma í klemmu, og fleiri detta niðurímillum í almennu skipanunum. Eftir at hava stríðst í mánaðir og kanska ár at fáa hjálp kenna fleiri tað sum einasta útvegin at fara í fjølmiðlarnar.

Vit kunnu sum samfelag ikki liva við, at fólk skulu vera noydd at fara í sjónvarpið í tíð og ótíð fyri at fáa hjálp. Tað er óvirðiligt, og er als ikki nøktandi í 2022. Vit mugu tryggja hesum familjunum ein virðiligan gerandisdag, og tað mugu vit gera BEINANVEGIN.

Landsstýrisfólk í barnamálum

Komandi árini eiga vit at raðfesta øll átøk, sum gagna børnunum og foreldrunum.

Her hevði eitt landsstýrisfólk í barnamálum heilt greitt verið ein gongd leið. Eitt Barnamálaráð. Hetta var eitt av mínum hjartamálum seinasta løgtingsval, og eg fegnist um, at onnur valevni nú eisini tykjast at hava tikið hugskotið til sín.

Eitt landsstýrisfólk í barnamálum hevði fingið ábyrgd av at endurskoða og samskipa tey tilboð, sum verða veitt børnum og ungum í dag og áhaldandi meta um tørvin á nýggjum tilboðum.

Vit mugu tora at fara inn í almennu skipanirnar (almannaverk) og gera neyðugu broytingarnar og nýskipanirnar.

Vit skulu bróta niður múrar millum fakbólkar, stovnar og geirar, so vit eru saman um børnini. Í felag skulu vit orða og seta í verk eina barnapolitiska virkisætlan, sum skal tryggja, at onki barn í Føroyum dettur niður ímillum skipanir. At onki barn í Føroyum stendur uttan hjálp, bert tí at barnið formelt er eitt ár eldri enn í gjár ella skiftir ímillum stovnar.

Íløgan lønar seg

Barnamálaráðið skal eisini tryggja, at foreldur at børnum við serligum avbjóðingum altíð vita, hvar tey skulu venda sær fyri at fáa neyðugu ráðgevingina og tilboðini. Somuleiðis skal ráðið syrgja fyri, at foreldur, stovnar og geirar arbeiða saman um at veita røttu tilboðini til børnini. Øll børn í Føroyum, ið hava brúk fyri hjálp, skulu hava rætt til eina samskipaða og samanhangandi tænastu.

Harumframt skal Barnamálaráðið eisini tryggja, at fakliga støðið hjá teimum, sum eru um børnini, altíð er høgt.

Umframt at gera tað liviligari hjá familjunum, sparir hetta samfelagnum aftur í ríkiligt mát seinni. Íløgan kann nevniliga minka um trupulleikar við strongd, sjúkrameldingum og óarbeiðsføri.

316940700_5657487554335134_1460787803989319781_n

Bindandi psykiatriætlan nú!

Lítið nyttar at halda fram við at tosa um alt tað fína og flotta, vit eiga at gera fyri at betra um umstøðurnar á psykiatriska økinum. Lítið nyttar at seta arbeiðsbólkar av serfrøðingum at gera tilmæli, álit og frágreiðingar, um einans hesi verða koyrd í eina skuffu.

Á Altjóða Sálarheilsudegnum 10. oktobur í 2018 bleiv ein stór heildarætlan latin táverandi landsstýrisfólki í heilsumálum. Heildarætlanin gav politisku skipanini 39 ítøkilig tilmæli til, hvussu psykiatriska økið kann betrast, styrkjast og útbýggjast. Í arbeiðsbólkinum vóru fakfólk úr øllum geirum við. Psykiatriska depilin, Almannaverkið, Sernám, Kommunufelagið, Gigni, Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar, Kommunulæknafelag Føroya, Sinnisbati og úr avvarðandi aðalráðum: Heilsumálaráðið, Almannamálaráðið og Mentamálaráðið. Sjáldan er sæð eitt so væl útarbeitt og ítøkilig úrslit, og sjáldan er ein so stórur arbeiðsbólkur settur at gera eina slíka heildarætlan, sum bólkurin samlaður stendur saman um. Hóast tað, er alt ov lítið hent á økinum hesi fýra árini.

Sumt er sett í verk, men um vit hyggja at teimum 39 tilmælunum, er langt á mál. Tí mugu vit áhaldandi halda politisku skipanina upp uppá at fáa hesi tilmælini sett í verk og raðfesta hetta arbeiðið. Ongantíð ov skjott. Vit skulu halda uppat við at gera tilmæli, frágreiðingar og álit, men heldur fáa eina bindandi psykiatriætlan, sum alt fyri eitt binda politiski skipanina upp á, NÆR hesi tilmælini skulu verða sett í verk. Frá álitunum og tilmælunum, sum eru gjørd seinastu nógvu árini, vita vit, hvat skal til og hvat skal gerast.

Ein binandi psykiatriætlan má til, um vit vilja hava veruligar raðfestingar og ikki einans lappaloysnir og pjøssing.

Eg sigi 10 ár – tá skal fjølbroytta psykiatriska økið verða raðfest so munandi, at vit aftur kunnu hyggja okkum sjálvi í speglinum sum land og í verki vísa, at vit meintu tað!

Laura Apol, valevni fyri Javnaðarflokkin til løgtingsvalið 🌹

316959955_2318695478288300_7819021884187011069_n

VALFUNDUR: Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Mikukvøldið 30. novembur kl. 19.00 varpa vit ljós á sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.

WHO metir, at sálarheilsutrupulleikar eru ímillum størstu og kostnaðarmiklastu avbjóðingarnar, og at vit í løtuni eru í eini altjóða sálarheilsukreppu. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp og viðger – her og nú – rættiliga sperdir.

Vit síggja eitt stórt trýst á almennu skipanunum í Føroyum við longum bíðirøðum til m.a útgreining, sálarhjálp og viðger, vardum bústøðum, umlætting og frítíðartilboðum.

Tað er umráðandi at fáa loyst ítøkiligu trupulleikarnir, soleiðis at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Vit standa tó eisini við stórum skipanarligum avbjóðingum, ið tørva heildarloysnir og langtíðarætlanir fyri at kunna lyfta alt økið og røkka á mál.

Sinnisbati ynskir tí at skipa fyri einum kvøldi, har vit skifta orð um hesar avbjóðingar, og hvussu hesar kunnu loysast. Tí verandi støða er ikki nøktandi.

Kvøldið verður skipað í tveimum umførum. Fyrst verður orðaskifti við viðkomandi fakfólk á økinum.

Tey, ið koma at skifta orð, eru:
– Asta Marjunardóttir, trivnaðarstjóri í Almannaverkinum
– Signhild Johannesen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar
– Suni Poulsen, verkætlanarleiðari fyri royndarskipanini við ókeypis sálarhjálp til ung
– Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum
– Margreth Olsen, stjóri á Sernámi

Í næsta umfari sleppa valevnini í politisku flokkunum framat og fara at tosa um, hvørjar ætlanir tey hava í einum komandi løgtingsskeiði (valevnini verða kunngjørd seinni).
Møguleiki verður fyri at seta valevnunum spurningar.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja nógv fólk.

csm_Anita_Heinesen_3d50d25cf3

Mítt valstríð – tey, sum onga rødd hava í samfelagnum

Mítt valstríð kemur at avmynda, hvat liggur mínum hjarta allar nærmast, og tað er heilt víst, tey sum onga rødd hava í samfelagnum í dag – ung sum eldri.

Hvat eru vit fyri eitt vælferðarsamfelag?

Eg fái ilt í búkin, tá eg hoyri og lesi um, bæði hvussu børn, ung, foreldur og eldri, verða viðfarin av okkara samfelag, dag og dagliga.

Vit kalla okkum vælferðarsamfelag, men hvat vælferaðarsamfelag, letur eldri sita einsamøll, børn verða flutt av landinum, børn verða koyrd heim av psykatriini, tí pláss er ikki fyri teimum, og foreldur, sum ikki fáa hjálp, til at hjálpa sínum børnum.

Hetta er ikki eitt vælferðarsamfelag, sum eg ynski at koyra víðari.

Eg ynski eitt veruligt vælferðarsamfelag, har øll fáa neyðug hjálpina, stuðul og umsorgan. Ikki eitt vælferðarsamfelag, sum dag og dagliga umsorganarsvíkur sínar egnu borgarar.

Eitt vælferðarsamfelag, har hjálpin kemur rætt stundis, og ikki, tá skaðin er hendur. Har hjálpin kemur, sum er sett saman til hvønn einstakan, ikki ”copy and paste”.

Hetta er mítt vælferðarsamfelag, hetta skal blíva títt vælferðarsamfelag, hetta skal vera ein fyri øll og øll fyri ein samfelag, eisini úti í krókunum.

Vit hava nógvar skipanir, sum skulu vera við til at tryggja børnum ein tryggan, stabilan og góðan uppvøkstur. Vit upplýsa børnum, um hvat er rætt og skeivt, hvat mann kann og ikki kann góðtaka.

Hava vit sum samfelag gloymt, at vit eiga eina ábyrgd. Ongin trygging er til, tá samfelag umsorganarsvíkur bæði børn og foreldur, bæði veik og gomul. Ofta er nemmast at feia fyri dyrnar hjá øðrum, enn einum sjálvum. Sum samfelag, og fólkavald, eigur man eina stóra ábyrgd, tá mann velur at umsorganaryvirtaka børn, tá mann velur at lata blinda eyga til, tá skipanir umsorganar svíkja sorgarfullum familjum, tá vit sum land, lata okkara eldru sita einsamøll, á einum eldrasambýli, tí mann skyldar uppá manglandi starvsfólk.

Hvør tryggjar, at land og kommunur ikki umsorganarsvíkja okkara borgarar, tí tað er heilt einfalt tað sum hendir í løtuni.

Vit senda børn av landinum, tí vit ikki hava nøktandi fakligheit í Føroyum í 2022! – hetta gjørdi mann undir krígnum, vit hava sostatt havt yvir 60 ár!! at rætta uppá hetta. Hava vit gjørt nakað, tá vit í 2022 senda børn av landinum, sum vit av einari ella aðrari orsøk, mettu var best fyri barnið? Hevur mann tá hugsa heilt einfalt um barnsini besta?

Børnini eru taparin

Hvør er taparin í hesum – børnini! Hvør umsorganarsvíkur – samfelagið!

Eitt samfelag, sum kallar seg vælferðarsamfelag, eru vit bara líkaglað!!! Barnsins besta, hevði verið at kunna fingið neyðugu hjálpina í Føroyum! Hvat kosta allar hesar samfelagsumsorganarsvíkini, sum fara fram, fyri okkara samfelag í krónum og oyrum, tá alt kemur til stykkis.

At verða foreldur at barnið við serligum tørvi, er sum at dansa ein dans, sum ongin annar dugur betur, enn tú sum foreldur. Hann er ongantíð eins, í dag ein, í morgin ein heilt nýggjur. Hetta lærur man heilt skjótt, men tá mann fer eftir fer, ikki verður hoyrdur tá mann rópar um hjálp, so mangla nøkur stev, og tí gerst dansurin ongantíð eins góður, sum ein væl royndur tango, nei hann gerst stirvin, tungur, og ótrúliga sorgarfullur! Ein følir seg sum, ein bara er til fortre, og heilt einfalt, er ikki pláss fyri tær í samfelagnum, tí øll hini dansa ein undurfullan tango, sum er væl innvandur, og er eins dag inn og dag út, men tín egni dansur, hann dugur ongin í samfelagnum, og heilt einfalt, so hevur ongin hug, at læra seg tín dans, tí hann er stirvin, tungur og sorgarfullur.

Tað er ikki pláss fyri tær, tú má bíða, vit hava ikki fígging osv. – hetta er gerandisdagurin hjá einari familju, at barni við serligum tørvi. Høvdu børnini kunna valt, at sett sín serliga tørv á pausu, so høvdu tey heilt víst langt síðani gjørt hetta!! Tí ongin veit betur enn tey, hvussu tað kennist.

Tín uppgáva er ikki so stór, krisan er ikki so ógvuslig, fær heim og hygg eftir film, so blívur betur. Hetta er gerandisdagurin hjá familju, sum fer eftir fer, hevur rópt um hjálp, tí barnið hevur fingið daprar tankar, og svart er svartari enn svart, einasta svari er ; fær heim og et ís, et poppcorn og hygg eftir einum filmi, so blívur betur!

Pláss er ikki fyri tær og mær, men bara fyri tær, tí tú dansar tango, og eg ikki. Hetta er gerandisdagurin hjá barni við serligum tørvi. Ì 2022 eru vit ikki komin longri enn her til, vit hava verið vælferðarsamfelag, nógv longri enn foreldur at hesum børnum, men framvegis er hetta bara eitt heiti vit kalla okkum, tí tey, sum svíða mest, síggja onki vælferðarsamfelag.

Ein fyri øll, øll fyri ein. Hetta kann ikki kallast at verða satt, fyri hvørki barn ella foreldur at børnum við serligum tørvi.

Vit mugu vakna nú

Vit hava eina ábyrgd, ikki bara sum foreldur, men sum samfelag!

Hvørki foreldur, ella nakað fakfólk, kann gera sítt besta, tá fleiri stev mangla í dansinum til eitt enn betur lív hjá barninum, sum stríðist ein kamp tey hava tapt, langt áðrenn byrjað var.

Vit noyðast og mugu vakna nú!

Vit noyðast, skal samfelag hava lív laga, at seta skipanir í verk, áðrenn skaðin hendur, og ikki aftaná.

Anita Heinesen

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið

315006747_10159027204791512_6186751444319976909_n

Fyribyrging fyribyrgir at senda børn av landinum!

– Bjørg Dam

Ongi børn skulu sendast av landinum, tí vit skula seta tíðliga inn!

-Børn eru vanliga ikki fødd “serligt samansett”, sum tað varð tosað um í KVF, at hesi børnini eru. Tey fáa hasar avbjóðingarnar, tí tey ikki verða hjálpt tíðliga! Men í dag eiga vit ikki hesa serfakligheitina, eiheldur eina fyribyrgjandi skipan, sum fyribyrgir at børn fáa tað so ringt.

Tí skal alt barnavernd/serøkið skal reformerast. M.a. skal serfakligheitin økjast nógv og ein stovnur setast á stovn til hesi børnini, sum vit ikki klára at hjálpa í dag

Men tað snýr seg um fyribyrging og tíðliga hjálp!

– Men eg eri sera fegin um, at fleiri taka evnið upp og siga seg vilja gera nakað við tað! Spurningurin er bara, um tað er verðulig handling aftanfyri føgru orðini, tá tað kemur til stykkis?

#GANGikkiØRGvelBJØRG

316663641_10225949029905359_3690409568442998698_n

Ongi børn skulu sendast av landinum

Ongi børn skulu sendast av landinum

Fyri nøkrum árum síðan var semja í politisku skipanini um, at børn og ung skulu hava viðgerðartilboð í Føroyum. Vit skuldu ikki senda børn av landinum, men gera nøktandi tilboð í Føroyum.

Tó so verða í miðal 5 børn send á stovn í Danmark árliga. Kostnaður er millum 200.000 kr. og 500.000 kr. um mánaðin, hoyrdu vit í tíðindunum í dag. Tað má man fáa gjørt  nógv fyri í Føroyum.

Eitt er ørandi upphæddirnar í krónum og oyrum, annað er stóri menniskjaligi prísurin. At eitt ungt menniskja við trupulleikum verður sent í annað umhvørvi, til annað mál og aðra mentan, og soleiðis verður avskorið frá familju, vinum, netverkið og øðrum er brot á øll rættindi. Og stigmatiseringin, sum fylgir við- stemplið; Føroyar er ikki fyri teg! Tað er ikki einum framkomnum samfelag verdugt.

Samstundis hoyra vit um niðurkoyrd fosturforeldur, sum ikki fáa nøktandi hjálp, og tí kasta handklæðið í ringin. Og vit hoyra um manglandi frítíðartilboð til børn við avbjóðingum.

Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Tíðin er komin at endavenda og nýhugsa alla ta almennu skipanina, sum skal hjálpa og stuðla øllum teimum, sum hava serligan tørv. Tað sær ikki út til, at hetta einans kann loysast við pengum, hóast tað uttan iva er partur av trupulleikanum. Onkur má eisini tryggja at, peningurin kemur út til børnini, og at alt arbeiðið tekur støði í at hjálpa teimum, sum koma í neyð . Lógarbroytingar eru nokk eisini neyðugar, men politiskur vilji og dirvi skal til. Almennu skipanirnar eru til fyri at tæna fólki, og tað má og skal vera aðalmálið.

Hetta er eitt av teimum málum, sum eg framhaldandi vil arbeiða fyri.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

315006747_10159027204791512_6186751444319976909_n

-UMSORGANARSVIKT OG SPARA EFTIR REYV!!

Fosturforeldraskipanin hevur veitt ov lítið av hjálp og avlasting í nógv ár, tó batar eru nú ADHD heimaráðgevingini og TGT eru komnar.

Søgan er tann sama, sum í allari okkara skipan, at manglandi fyribyrging og tíðligahjálp ger, at prísurin fleirfaldast, tá man missur á stokkinum – Menniskjaligi prísurin kann tó ikki gerast upp í pengum!

Tíverri er hettar ikki fyrstu ferð fosturforeldur geva skarvin yvir, og gera vit einki beinanvegin, so verður hettar heldur ikki seinastu ferð!

Øssur, túsund takk fyri at tit valdu at stíga fram og seta orð á og helst verða talirør fyri so nógv onnur fosturforeldur!

– Avlasting og góð hjálp til fosturforeldur er líka so neyðug, sum at seta bukkar undir bátin, so báturin stendur væl.

Óansæð um eg verið vald ella ikki, so fari eg framhaldandi at arbeiða fyri børnum við serligum tørvi og (fostur)familjur teirra, men við máttmikla løgtingssessinum í rygginum, er arbeiði bæði lættari og skjótari, tað er sum at skifta árabátin út við ein skjóttgangandi bjargingarbát!

Ræðuligu søgurnar seinastu tíðina vísa verðuliga, at serøkið manglar raðfesting, endurskoðan og ein sum brennir fyri tí, at føra økið fram.

Bjørg Dam

Vel Javnaðarflokkin, vel eina serliga eldsál!

Kjekka eisini : http://bjorgdam.blogspot.com/

 

316530850_10160398826986878_350509417025156633_n

Senda okkara veikastu børn av landinum

Ímynda tær eitt barn, sum hevur livað undir viðurskiftum, sum skaða bæði heilsu og menning. Barnið hevur upplivað vanrøkt og vansorgan í heiminum og verður tí umsorganaryvirtikið av myndugleikunum – fyri síðani at verða sent av landinum.

Falda nú við 5!

Fimm børn vórðu í fjør á stovni uttanlands, tí føroysku myndugleikarnir ikki megna at lofta teimum. Børnini eru í staðin send til eitt fremmant land. Við einum fremmandum máli. Langt burturi frá familju, næstringum og øllum tí, sum er kent.

Orsøkin er, at onki nøktandi tilboð er til tey í Føroyum. Tað skrivar Barnaverndarstovan í nýggjastu frágreiðing teirra.

VIT MUGU TAKA ÁBYRGD

Tað eru eftirhondini 50 ár síðani, at vit góvust við at senda føroyingar við menningartarni av landinum. Men framvegis senda vit okkara allar veikastu borgarar av landinum. Børn, sum av heilt eyðsýndum orsøkum ikki hava eina rødd. Børn, sum eru tikin frá foreldrunum, tí tey ikki megna at ansa eftir teimum. Børn, sum okkara vælferðarsamfelag ikki megnar at lofta.

Tað má steðga!

Hesi fimm børnini hava upplivað at verða tikin frá foreldrunum, tí tey ikki megna at taka sær av teimum. Síðani uppliva somu børn, at myndugleikin heldur ikki megnar at geva teimum ta umsorgan og hjálp, sum teimum tørvar.

Vit kunnu ikki senda trupulleikar av landinum. Vit mugu taka ábyrgd og tryggja, at nøktandi tilboð er til allar borgarar í Føroyum, sum á ein ella annan hátt hava tørv á hjálp ella umsorgan. Í Føroyum. Á føroyskum.

Liljan Weihe

Valevni, Tjóðveldi

csm_Anita_Heinesen_3d50d25cf3

Sálarheilsa skal takast alvorligt

Valynskini hjá Sinnisbata siga alt, hvussu afturútsiglt hetta økið er.

Sálarligheilsa skal takast í álvara, har skal handlast beinanveg.

Tað kostar landinum so ómetaliga nógv meira, at handla aftaná, í krónum og oyrum, tí kann ein als ikki forsvara, at vit handla aftaná.

Handla beinanveg!
Tað hevur alt at siga, fyri sjúklingin, og familju, at hjálpin kemur tíðsnokk, at tey ikki skulu ganga hurð til hurð, fyri at finna hjálp.

Vit fáa eitt nógv betur úrslit, seta vit inn beinanveg.

Í dag er t.d ongin krisuhjálp, ætlan ella annað, til børn/ung tá tey koma so illa fyri, at ongin annar útvegur er, enn at enda lívið, har er ongin hjálp at heinta. Hetta er alt ov vánaligt, og als ikki ok.

Vit vísa barni/ unga, at her er ongin.

Foreldur/ avvarðandi
Foreldur/ avvarðandi eru fundamentið hjá barni/unga, tí mugu vit ikki gloyma, at áðrenn vit koma so langt, hava hesi allar helst koyrt uppá damp, í alt ov langa tíð. Tey skulu stuðlast, heldur enn at brótast niður, tí eru tey ikki um barni/ unga, so er ongin, tí skipanin svíkur so dyggiliga, tann sum er sjúkur.

Anita Heinesen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið