KJATT RÁÐGEVING

Hevur tú tørv á at tosa við onkran?

Vit eru her fyri teg og klár at lurta eftir tær!

Kjatt ráðgevingin hjá Sinnisbata hevur opið hvørt kvøld millum kl. 20-22.  Eisini í vikuskiftum, í ferium og á halgidøgum.

Hevur tú stúrarnir um eitt hvørt, eitt nú umstøðurnar kring koronu, upplivir ótta, hevur tungar kenslur og tankar. Kanska kennir tú onkran, tú ert stúrin um, ella okkurt heilt annað! Vit eru klár at lurta - og er tørvur á tí, kunnu vit vísa tær til onnur feløg og stovnar, sum kunnu veita tær meira hjálp og tilboð.

Tú kanst práta um alt. Einki er ov smátt ella ov stórt. Tú ert dulnevnd/ur og ráðgevingin er ókeypis. Har er einki aldursmark og øll kyn eru vælkomin!

Okkara sjálvbodna ráðgevingar-toymi er mannað við dugnaligum fakfólkum innan ymiskum yrkisøkum: t.d. námsfrøði, misbrúksviðgerð, psykoterapi, sálarfrøði og sosialráðgeving.