KUNNING

ÁTAK UM TUNGLYNDI

Seinastu mánaðarnar hevur Sinnisbati lagt stóran dent á at upplýsa um tunglyndi.

Sinnisbati hevur sett tunglyndi á breddan við m.a. upplýsandi fundum kring um í Føroyum.

Regin Jóanesarson hevur á hesum fundum greitt frá hvussu tað er at liva við tunglyndi, meðan Tormóður Stórá, sálarlækni hevur greitt frá um sjúkuna og hvørjir viðgerðarmøguleikar eru tøkir fyri tunglyndisrakt.

Hesir fundir hava verið hildnir fyri fullsettum hølum.

Harumframt er tilfar framleitt, sum til ber at lesa her á síðini

Ein sjónvarpslýsing er eisini gjørd og verður hon víst við jøvnum millumbilum í SVF.

Ein av mest umráðandi uppgávunum hjá Sinnisbata er at upplýsa og seta orð á hvat sálarsjúka er og tað hevur júst verið endamálið við átakinum um tunglyndi

Les meira um tunglyndi undir "Smárit".