VITANARBANKI

"Hvat er sálarsjúka?"

Tann spurningin fáa vit ofta í Sinnisbata. Men tað er ikki lætt at svara hesum spurninginum, tí sálarsjúkur eru líka so ymiskar sum likamligar sjúkur. Tí er sálarsjúka ikki bara sálarsjúka, men fleiri sjúkur undir einum hatti, ið eitur "sálarsjúkur" ella "sinnissjúkur".

Til vinstru ber til at lesa stutta kunning um ymiskar sálarsjúkur, ið eru nakrar av teimum heilt vanligu.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi sjúkunum ella smáritini, ert tú vælkomin til at skriva til okkum á sinnisbati@sinnisbati.fo, ella ringja til okkum á 597913.

Um tú ikki finnur kunning um eina serliga sjúku, ert tú somuleiðis meira enn vælkomin til at venda tær til okkum, so vit kunnu hjálpa tær.