ADHD

ADHD er eitt grundleggjandi órógv í heilanum, ið hevur við sær, at tað kennist torført at fokusera og vera uppmerksamur. Tá ið ein hevur ADHD, er trupult at hugsavna seg, og ein megnar ikki altíð at skilja, ella at geva tí gætur, ein sær og hoyrir.

ADHD er tann vanligasta sjúkusøga ímillum børn og ung. Serliga er tað dreingir (og menn) ið hava ADHD.

2/3 av børnum við svárum ADHD, eru samstundis ovurvirkin og bráðlynt. ADHD er ein stytting av (Attention Deficit Hyperactivity Disorder). ADD er sjúkusøga, ið næstan er tann sama sum ADHD, men uttan ovurvirkni.

Eyðkenni við ADHD
Eyðkennini kunnu skiftast sundur í tríggjar bólkar: Lítið og einki uppmerksemi
Ovurvirkin
Bráðlynt

Eyðkennini eiga at vera til staðar, áðrenn barnið er 7 ár og vera sjónlig í minsta lagi seks mánaðir út í eitt, áðrenn talan er um ADHD. Umframt, skulu hesir trupulleikar vísa seg í samband við ymiskar støður og umhvørvi, t.d. í skúla, heima og í frítíðarskúlanum.

Sum oftast fylgja aðrir trupulleikar við ADHD: Rørslutrupulleikar, trupulleikar við at bera seg at, ringt við at læra (skriva, rokna og lesa), hábrøgd, kensluligir trupulleikar, autismu líknandi eyðkenni og tunglyndi.

ADHD kemur fyri á øllum stigum, í mun til hvussu svárt hetta er, og ein kann hava ADHD uttan rættuliga at merkja hetta.

Atvoldin til ADHD
Granskarar vilja vera við, at ADHD kemur av einari feilmenning í heilanum, ella, at heilin ikki rættuliga búnast. Sjúkan kemur fyri mest ímillum børn, men heldur áfram, at elva til trupulleikar, tá ið ein er vorðin vaksin, hjá áleið helvtini av teimum, sum í barnaárum høvdu ADHD.

Vaksin blíva oftani misskilt og tikin fyri at hava persónsmenskuórógv, ella eisini eru ADHD- trupuleikin ikki blivin staðfestur, av tí at persónurin hevur ein annan sálarheilsutrupulleika samstundis – ofta angist, misnýtslu og tunglyndi.

So nógv hava ADHD
3-5 prosent av einum barnaárgangi verður mett hava ADHD. Ein minni partur av hesum, 1-2 prosent, hava svárt ADHD.
Fleiri dreingir enn gentur hava ADHD. Genturnar eru ikki so óróligar og ovurvirknar, sum dreingir við ADHD.

Eyðkennini broytast við aldrinum, og tey flestu blíva meira rólig, tá ið tey eru vaksin. Mett verður av tí sama, at bert 3 av 100 vaksnum, ið hava ADHD merkja nakað til hetta sálarliga órógv. Hinvegin er vandi fyri, at tey fáa aðrar sálarheilsutrupulleikar, t.d. persónsmenskuórógv ella misnýtslu av rúsevnum.
ADHD kemur fyri 3-4-ferðir so ofta hjá monnum, sum hjá kvinnum, tó er sjáldan, at menn søkja sær hjálp og viðgerð fyri trupulleikan. Sálarheilsutrupulleikin ADHD er at finna í øllum samfelagsløgum og á øllum intelligensstøði.

Viðgerð av ADHD
Broddurin kann takast av eyðkenninum við ADHD, og kann viðgerðast við ymiskum tilgongdum av venjing og stuðli. Umframt, kann heilivágur gevast, har talan er um svárt ADHD.