Angist

Angist er vanligasta sálarliga órógv í Danmark, og uttan iva eisini í Føroyum – tó verður hetta sjáldan uppdagað.

Angist er ein heilt vanlig og natúrlig reaktión, tá ið ein er í vanda, og er við til at bjarga okkum mangan. Men nøkur fólk, fleir kvinnur enn menn, reagera skjótari og ógvusligari av hendingum, sum vanliga ikki kalla fram angist. Tað er umráðandi at geva sær far um hesa angist, tí góð hjálp og viðgerð er at fáa í hesum sambandi.

Angisteyðkenni spenna víða og umfata m.a.:

Sálarlig eyðkenni kunnu vera alt frá mildari angist, órógv, ræðslu, sansaloysi og deyðsangist.
Fysisk árin, sum hjartabankan, at tað ørar fyri einum, ilt fyri bringuni, ein fer at ristast, hevur ilt í búkinum og leyst lív
“Vanlukkuhugsan” at okkurt álvarsligt kemur at henda einum sjálvum, ella teimum nærmastu
Ein skákar sær undan, ella flýggjar undan at vera á einum ávísum stað, ella í ymiskum støðum
Fobier (ræðslusjúka) og aðrar angist typur

Tað finnast fleiri sløg av angist, hvør við sínum eyðkenni. Tað mest vanliga er:
Fobier
Fobiirnar kunnu vera agorafobi (angist fyri ikki at sleppa undan, ella burturúr) sosialfobi( angist fyri at blíva eygleiddur) og einsæris fobi (t.d. at vera bangin fyri hæddum, eiturkoppum o.l.)
Panikangist
Panikangist er svárt angistherindi, ið koma brádliga á ein við jøvnum millumbilum. Fólk við panikangist, eru oftani bangin fyri støðum, har tey fyrr hava fingið angistherindi, t.d. í bussi, ella bili

Generalisera angist
Generalisera angist er áhaldandi angist, ið ikki er tengd at nøkrum serligum stað ella støðu. Ein er ræddur, stúrin, bangin og ørkymlaður vegna tey nærmastu, fyri framtíðini bæði í mun til størri og minni hendingar í gerandisdegnum.

OCD (tvingsils- gerningar og tankar/hugsan)
Tvingsilshugsan er endurtøka av ótespiligum og óynsktum tonkum, serstakliga um, at ein er skitin og hevur bakteriur á sær. Tvingsilsgerningar er endurtøka av gerningum og ritualum um aftur og um aftur.)

PTSD (Post traumatisk stress syndrom, ella SÁLARLØST)
PTSD/ sálarløst er angist í hevur verið í langa tíð, og sum kemur av ógvusligum og lívshættisligum hendingum, t.d. fersluóhappi, harðskapi ella kríggj. Tekin um PTSD/sálarløst vísa seg innan seks mánaðir aftaná hendingina og eru m.a. ”flash back” ella afturlit, og ein hevur marruna, tá ið ein svevur.

Heilsu- ella sjúku angist - HYPOKONDERÍ
Persónur, í stríðist við hypokondarí, er so stak bangin fyri at líða av álvarsomum og deyðiligum
sjúkum. Angistin hevur við sær, at ein leitar eftir læknahjálp áhaldandi og alsamt.

Angist samstundis við aðrar sálarheilsutrupuleikar
Umframt, kann angist verða ein fylgjusjúka til annan heilsu- ella sálarheilsutrupulleika, t.d. skizofreni, tunglyndi og evnaskiftissjúku.

Atvoldin ella orsøk til Angist
Hví nøkur fólk fáa angist, veit ein ikki fyri vissu. Men talan er um eina samanrenning av íbornum viðbrekni og ymiskari strongd.
 20-30% kann ávísast sum nakað íborið og arvaligt
 Trupul barna- og ungdómsár, ið eru merkt av rúsevnismisnýtslu, harskapi og happing í umhvørvinum.
 Tilburðir og hendingar seinni í lívinum, t.d. strongd, tunglyndi, ella deyðsfall og hjúnaðarskilnaður v.m.

Fólk, ið hava serliga viðbreki nervalag, hava lyndi til at fáa angist. Eitt viðbrekið nervalag kann skyldast ójavnvág í signalevnum í heilanum.
Nógv stríðast við Angist

Umleið fjórði ella fimti hvør av okkum verður mett kunnu fáa angist, eina ella fleiri ferðir í lívinum. Áleið 6 – 15% fáa angist innan 1 ár. Fleiri og fleiri, bæði børn og vaksin mugu í viðgerð fyri angist.

Mong fáa teirra fyrsta angist herindi í barna- ella ungdómsárum og angist sæst oftani í samband við aðrar sálarheilsutrupulleikar.
Áleið tvær ferðir so nógvar kvinnur sum menn fáa angist (tó undantikið ODC og sjúkuangist)

Angist kann viðgerðast
Tað er stórur munur á, hvussu gongdin í mun til angist háttar seg. Hetta er tengt at, hvat fyri slag av angist, ein hevur. Fyrr ein fær kunning, vegleiðing og viðgerð, betur eru útlitini fyri at koma seg partvíst ella heilt. Roknað verður við at:

 1/3 blívur frískur, við fáum afturstigum
 1/3 hevur áhaldandi angist, men ikki so álvarsliga, at tey verða tarnaði, ið at hava eitt gott lív
 1/3 hevur lutsfalsliga svár angist eyðkenni, sum tó kunnu tálmast við viðgerð

Hvat fæst av viðgerð?
Hálv svár angist kann viðgerast við vitan og kunning – ein lærir angist sína at kenna. At fáa nokk av svøvni, motión, minni strongd og minni mongdir av alkohol, halda angistini burtur. Samtaluterapi – serstakliga kognitiv terapi – hjálpur at tálma angist og betur at skilja, hvat hendir við einum, tá ið eitt angistherindi er. Heiluvágur kann hjálpa í eina tíð, teimum, sum hava svára angist, so tey megna at leita sær hjálp og fáa nakað burtur úr terapi.

Kelda: www.psykiatrifonden.dk
Umsett: Súsanna Olsen
Rættlisið: Súsanna W. Poulsen