Bipolar/Maniodepressiv

Bipolar sálarsjúka – manio- depressivitet

Bipolar sálarsjúka vísur seg við millumbilum. Tíðarskeið við maniskum kæti og góðum lag, einari ørgrynnu av hugskotum og orku, og tíðarskeið við djúpum og svárum tunglyndi. Bipolar líðing, ella sjúka – sum í gomlum døgum, hevði heitið: manio-depressiv sjúka, rakar hendan líka nógvar kvinnur sum menn. Sálarsjúkan hjá monnum byrjar ofta við mani og hjá kvinnunum við tunglyndi. Nøkur hava líka nógv av báðum, og onnur antin tunglyndi, ellamani. Í millum ”pendulsveipurnar” eru tíðarskeið har ongin sjúkueyðkenni eru. Tó kunnu nøkur fá, sum frálíður, hava áhaldandi sjúkueyðkenni, har ongantíð slitnar ímillum.Eyðkenni av bipolar’ari sálarsjúkuMani er í stóran mun tað øvuta av tunglyndi. Hevur ein mani, er man t.d
 
  • Glaður og bjartskygdur, kanska eisini yvirkátur
  • Ójavnt sintur, gronutur, skjarligur og tykkin
  • Ovurvirkin og friðleysur
  • Tosar áhaldandi og skjótt
  •  Nógvar ætlanir og hugskot
  • Sjálvshevjandi og almikið sjálvsálit
  • Fyrilitsleysur og uttan vanliga dømievni
  • Trupult við at hugsavna seg og uttan tørv fyri svøvni.Nøkur av teimum manisku eyðkennunum hava við sær truplan og ábyrgdarleysan atbur, ið ikki hóskar til støðuna, ella til persónin, sum heild ( hetta hevur oftani skuldarkenslu við sær tá ið maniin er av og tunglyndi vísur seg). Sum regul hevur maniski persónurin onga greiða sannkenning av sjúku sínari og ynskir av tí sama ikki hjálp ella viðgerð.Sjúkuumfar eru ymisk í styrki. Í nøkrum føri sæst ógvuslig mani og djúpt tunglyndi (bipolar 1). Onnur kunnu hava djúpt tunglyndi og miðalsvára mani (bipolar 2) Eisini kann tann
Bipolar sálarsjúki, hava mani og tunglyndi um somu tíð. Umframt er tað fyribrigdi cyklotymi, ið vísur seg sum veik, men títt sveiggjan ímillum tunglyndi og mani.Atvoldin til bipolara sálarsjúku.
 
Bipolar sálarsjúka gongur oftani í arv, og ikki eitt ókent fyribrigdi í nøkrum familjum. Hendan arvagongd ger seg nógv meira galdandi, enn tá ið talan er um vanligt tunglyndi. Fólk við bipolar’ari sálarsjúku, eru serliga viðkvom í mun til sálarliga- og likamliga strongd.So nógv hava bipolar’a sálarsjúkuUmleið 20.000-40.000 fólk verður mett hava bipolar’a sálarsjúku í Danmark. (Í Føroyum svarar hetta til ímillum 200-400 fólk)
 
Sjúkan byrjar oftast í 20-25 árs aldur, men kann koma fyri longu í 14-15 ára aldur – onkuntíð fyrr. Bipolar sálarsjúka kann viðgerastBipolar sálarsjúka kann viðgerðast – bæði staktilburður og tann ið kemur aftur, serstakliga um ein verður settur í viðgerð so tíðliga sum gjørligt. Bipolar sálarsjúka verður vanliga viðgjørt við heiluvági, men kunnig um sjúkuna og hvussu ein kann fyribyrgja afturstig, er ein tíðandi partur av viðgerðini.Myndil: Vísur hvussu stórur munur er á virkseminum í heilanum, tá ið heilin ávikavist er normal, maniskur og tunglyntur.
 
Kelda: www.psykiatrifonden.dk.
Umsett: Súsanna Olsen.
Rættlisið: Súsanna W. Poulsen