Etingarólag

Etingarólag er eitt hugtak, ið lýsur ein, sum í longri tíð hevur eitt tvingsilsdámt samband við mat. Antin verður etið lítið og einki, ella verður ovuretið, fyri so at spýggja aftaná.

Serliga er ta kvinnur um 15-20 árs aldur, sum fáa etingarólag.

Tríggjar typur, ella sløg
Etingarólag verður sundurskilt í tríggjar typur:

 Nervøs etiverja (anorexia nervosa)
 Nervøst etiherindi (bulimia nervosa)
 Ovurát (binge eating disorder/BED)

Anoreksi
Nervøs etiverja, ella etingarólag, sum er eyðkennt av:

 Eina avlagaða fatan, ella skeiklaða mynd av kroppinum
 Eitt inniligt ynski um at blíva klænri, hóast undurvekt
 Angist fyri fiti

Umframt undirvekt eru fylgjurnar oftani, at menstruatión heldur uppat, hormonbroytingar, at pulsur, kropshiti og blóðtrýst ávirkast
Anoreksi eyðkenni:

 Lítið, oftani einki verður etið
 Ovurhonds nógv verður íðka
 Spýggja við vilja
 Nýtsla av evnum, ið eru avfitandi, vatndrívandi og avfáandi

Bulimi
Nervøst etiherindi (bulimi) er ein sálarsjúka, sum er eyðkend av:

 Afturvendandi etingarherindi
 Grovát (oftani í loyndum og um náttina)
 Spýggja við vilja
 Taka avfáandi evni

Tá ið ein hevur bulimi, er ein mikið upptikin av, hvussu ein sær út og hvat vektin vísur. Áhaldandi atburður við at spýggja við vilja, hevur likamligt órógv við sær.

Ovurát (Binge Eating Disorder/BED)
Ovurát er ein sálarsjúka, har afturvendandi tvingsilsát samantvinna við kensluni av at missa tamarhald, kemur fyri. Ofta verður etið í einsemi, av tí ein skammar seg yvir nøgdina av mati, ein etur. Eisini verða millum máltíðir etnar í loyndum. Ovurátið verður sett í samband við skuldarkenslu og andstygd yvir seg sjálvan og likamið, ið merkt er av yvirvekt, men ein hevur einki ynski um at verða ovurhonds klænur.

So nógv hava etingarólag
Etingarólag rakar sum oftast, - men ikki bara – ungar kvinnur, og er eitt vælkent fyribrigdi, í teimum elstu flokkunum í fólkaskúlanum.

 0,3 % fáa nervøsa etiverju (anorexia nervosa)
 2 % fáa nervøs etiherindi (bulimia nervosa)
 3 % líða av ovurát (binge eating disorder/BED)

Atvoldin til etingarólag
Tað kunnu verða mong viðurskifti, sum elva til, ella hava við sær at ein fær etingarólag. Her er talan um viðurskifti av lívfrøðiligum, sálarligum, samfelagsligum slag, umframt kunnu familjuviðurskifti og mentunarligir normar hava árin á, at ein fær etingarólag.

Etingarólag – soleiðis verður hetta viðgjørt
Viðger fyri etingarólag er sett saman av ymiskum átøkum, t.d. ymiskar tilgongdir av psykoterapi, kostráðgeving og vekteftirlit. Um so er, at ein tíðliga setur viðgerð í verk og tekur familjuna og avvarðandi við í tilgongdina, sleppur tann rakti, sum oftast burtur úr etingarólagnum.

Kelda: www.psykiatrifonden.dk
Umsett: Súsanna Olsen
Rættlisið: Súsanna W. Poulsen