Økispsykiatri

Eitt tilboð í nærumhvørvinum, til fólk við sálarligari órógv

Endamál
-at borgarin varðveitir sín samleika og verður verðandi úti í egnum
nærumhvørvi
– at miðað verður ímóti at integrera fólk við sálarsjúku í samfelagið
– at veita røkt og viðgerð í nærumhvørvinum.

 

Nær er tørvur á Økispsykiatri?
– tá ein hevur sálarligt órógv og hetta førir við sær at gerandisdagurin
gerst ov tungur og/ella trupul
– tá tørvur er á regluligum sambandi

 

Hvat er Økispsykiatri?
Økispsykiatri er ein partur av Psykiatriska Deplinum á
Landssjúkrahúsinum.

Økispsykiatri arbeiðir úti í nærumhvørvinum.
Tey, sum arbeiða í Økispsykiatriini, eru sjúkrarøktarfrøðingar við
royndum innan psykiatri.

 

Arbeiðsháttur
Arbeitt verður út frá Integrera Psykiatri, ið er ein røktar- og
viðgerðar fyriskipan, sum m.a bjóðar:

  • Stuðul og innlit í egna støðu
  • Stuðul til at skipa dagin
  • Samrøður/kognitiva terapi
  • Undirvísing/psykoedukatión
  • Samstarva við avvarðandi og aðrar fakbólkar

 

Samband
Til ber at seta seg í samband við Økispsykiatriina gerandisdagar
frá kl 8:00 til 16:00.

Fyri framhaldandi røkt og viðgerð, krevst ávísing frá lækna.

 

(Kelda: Landssjúkrahúsið)

Psykiatriski depilin

Tel. 304500

www.ls.fo