Persónsmenskuórógv

Ein hevur persónsmenskuórógv, tá ið ein hevur órógv í mun til fleiri síður av persónsmenskuni, serliga er hetta galdandi viðv. hvat ein meinar, ella hugburð, hvussu kenslulívið er, duga sær hógv, og hvussu ein er saman við fólki, ella sosialt er fyri.

Persónsmenskuórógv hevur oftani við sær óhóskandi/óskynsaman atbur, ið hevur trupulleikar við sær fyri tann við persónsmenskuórógvinum og tey, viðkomandi er saman við.

Órógvið kemur oftani til sjóndar longu í barnaárum, men ikki fyrr enn persónurin er tannáringur, er møguleiki at staðfesta, at talan er um persónsmenskuórógv. Órógvið “er lagnan” um ein kann siga soleiðis (ikki slepst av við hetta), men góð hjálp og amboð eru, sum kunnu viðgera persónsmenskuna og læra viðkomandi at handfara og liva við hesum órógvi.

Eyðkenni, ið bera boð um persónsmenskuórógv
Tað eru fleiri ymisk sløg av persónsmenskuórógv, ið hava ymiskar eginleikar.

Borderline
Borderline1 er tað mest vanliga fyribrigdi innan ymisku sløgini av persónsmenskuórógv. Tá ið ein hevur borderline (kensluliga óstøðugan persónsmenskubygna), er ein brályntur/impulsivur, hevur eitt kenslulív, sum er merkt av at vera “skjótur hvønn vegin” glaður, keddur, óður o.s.v., ella hevur eitt skiftandi sinnalag. Samleikakenslan er ótrygg, og samband við onnur er merkt av hesum. Í nøkrum føri kann tann við persónsmenskuórógvi eisini vera sjálvskaðandi, kennir seg tóman innan og megnar ikki at vera einsamallur.

1 Borderline merkir á enskum á markinum til, ella markatilburður um hugtakið: Borderline case. Hetta sipar til at ein við hesum persónsmenskuórógvi kann hava eyðkenni frá mongum sálarsjúkum, tó uttan at hava hesa sálarsjúkuna.

Paranoidur persónmenskubygnaður
Ein er ovurviðkvæmur, ella erkvisin, í mun til at vera við undirluta, at blíva avvístur, hevur ikki álit á fólki, stívrendur og klandrutur, í nøkrum føri hevur kensluna av, at onkur vil viðkomandi ilt.

Skisofrenikendur ella hugklovin
Ein hevur niðursettan førleika at vísa kenslur og at seta seg í samband við onnur. Oftani eisini afturhaldandi og innanhokin.

Dyssocial (sosialt vanføri)
Einum vantar førleikan at merkja og kenna ábyrgd, ella at vera umhugsin mótvegis øðrum. Skuldarkensla er eingin og oftani er viðkomandi eisini áleypandi/aggressivur.

Histronisk
Hevur lyndi til at gera nógv av, ógvusligar útsøgnir, lættur at ávirka og grunnar kenslur. Er uppmerksemissøkjandi og vil vera í miðdeplinum
Tvingssilslyndi (Tvangspræget)

Ovurhonds røkiskapur og ábyrgdarkensla, perfektionistiskur, fer í smálutir og er eitt tvørball til tíðir.
Fjálturstungin (Ængstelig)

Er fjálturstungin ella stúrin, hevur undirlutakenslur, tykkin í mun til kritik og atfinningar og tolir ikki at blíva avvístur.
Dependent (ósjálvstøðugur, ella bundin at øðrum)

Tann við persónsmenskuórógvi hevur lyndi til at laga seg eftir øðrum, tekur ongar avgerðir sjálvur og hevur hjálparleysan atbur.

So nógv hava persónsmenskuórógv
Altjóða kanningarúrslit vísa, at umleið 4-5 út av 100 hava persónsmenskuórógv. Umleið 2-3 prosent hava so álvarsligt persónsmenskuórógv, at hetta er sosialt darvandi.

Menn hava vanliga sosialt vanføri og tvingsilslyndi/atbur. Kvinnur eru oftani fjálturstungnar og merktar av borderline.

Viðgerð av persónsmenskuórógv
Persónsmenskuórógv er sum áður nevnt ein støða, sum ein ikki sleppur frá, ella burturúr. Men psykoterapi/samtaluviðgerð, møgulig bólkaviðgerð, kann minka um og tálma persónsmenskuórógvinum. Heiluvágur fyri tunglyndi, sær út til at hava góða ávirkan, í mun til at linna um brályndi, angist og tunglyndi, tá ið talan er um svárt persónsmenskuórógv.

Angisttrupulleikar /neurosa har bert ein partur av persónligheitini er merktur av sjúku. Persónurin hevur sannkenning av trupulleikanum
Psykosa, ið er svár sálarsjúka, har øll pesónsmenskan er órógva av trupulleikanum. Persónurin hevur ikki sannkenning av hann/hon eru sálarsjúk.

Kelda: www.psykiatrifonden.dk
Umsett: Súsanna Olsen
Rættlisið: Súsanna W. Poulsen