Undirvísing í sálarsjúkum ætlað teimum avvarðandi

Undirvísing
Psykiatriski depilin bjóðar við jøvnum millumbilum avvarðandi at sálarsjúkum undirvísing í:

  • Tunglyndi 6 ferðir á 2½ tíma einaferð um vikuna.
  • Psykosu og skitsofreni 6 ferðir á 2½ tíma einaferð um vikuna
  • Persónleikaólag 6 ferðir á 2½ tíma einaferð um vikuna

Hvar kann eg melda meg til undirvísing?
Tey, ið kunnu melda seg til undirvísing, eru avvarðandi hjá fólki sum hava sálarsjúku.

Hvar kann eg tilmelda meg?
Á Psykiatriska deplinum hjá Mariu A. Hentze, avvarðandi umboð:
Tlf.: 304500, lok. 4422; fartlf.: 234561;
t-post: lsmarhe@ls.fo

Hvør undirvísir?
Tað eru starvsfólk á Psykiatriska deplinum, ið undirvísir avvarðandi í sálarsjúkum.

Hvar?
Undirvísing fer fram á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

 

Endamálið við undirvísingini er:

  • At fáa kunning um sálarligar sjúkur
  • At fáa innlit og fatan av, hvat tað vil siga at hava sálarliga sjúku
  • At fáa førleikar at síggja ávaringartekin og fyrbyrgja afturstigum

Góð ráð til avvarðandi

  • Bati tekur tíð
  • Ver tolin við hann/hana og bíða til hann/hon batnar
  • Lat hann/hana kenna tín stuðul
  • Orða teg skilliga, róliga og jaliga
  • Gev pláss fyri hvørjum øðrum
  • Lat teg ikki taka av fótum
  • Lat gerandisdagin hava greiðar reglur og mørk
  • Halt á við tínum gerandisdegi, so vítt gjørligt
  • Søk tær vitan um sjúkuna
  • Fá hann/hana at søkja sær hjálp, um tú leggur til merkis ávaringartekin ella afturstig
  • Tosa við onnur avvarðandi í somu støðu, um tú hevur brúk fyri tí