Tosið um tað 2020

6. februar er Tosið um tað dagur, á enskum nevnt Time to Talk Day.

Endamálið við degnum er at skapa tilvitsku um evnið, soleiðis at vit gerast meira opin um okkara sinnisliga heilsu.

Tí fara vit at varpa ljós á týdningin av at tosa um tað, sum onkutíð kann vera torført.

Vit fara at deila persónligar søgur á heimasíðu okkara gjøgnum restina av vikuna (frá 6.-9. februar 2020).

Søgurnar finna tit til vinstru.

Deilið tykkara tankar og verið við at tosa hart um tað undir hashtaggini #tíðtilbroyting #tosiðumtað #timetotalk á Instagram og Facebook 💜