Nærri kunning: Kjatt ráðgevingin

Grein úr nýggja blaðnum hjá Sinnisbata (oktobur 2020).

 

septembur í fjør læt Sinnisbati upp eina nýggja talgilda ráðgeving á heimasíðu felag- sins. Kjatt-ráðgevingin var tá opin mánadagar og hósdagar kl. 10-12, tá vanlig telefontíð var. Tað vísti seg tó rættiliga skjótt, at tørvur var á fleiri upplatingartíðum og somuleiðis at hava opið utan fyri vanliga arbeiðstíð. Tí varð gjørt av at lata kjattráðgevingina upp hvønn dag millum kl. 10 og 12 og aftur um kvøldarnar kl. 20-22.

Í vár varð tó greitt, at tey flestu, sum seta seg í samband við kjatt-ráðgevingina, gera tað um kvøldarnar. Tí varð avgjørt at hava opið hvørt kvøld millum kl. 20 og 22 - eisini í vikuskiftum, halgidagar og í ferium.

Tað hevur síðan mars í ár víst seg at geva sera góða meining. Tað, sum eyðkennir kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata er, at ein kann vera dulnevnd/-ur. Aftan fyri skíggjan situr eina sjálvboðin ráðgevi, sum er fakfólk og er fús/-ur at ráðgeva og lurta eftir øllum tí, sum viðkomandi hevur tørv á. Ofta verður víst til tilboð, onnur feløg, myndugleikar og annað, um mett verður, at tað er ráðiligt í støðuni.

HVØRJUM ER KJATT-RÁÐGEVINGIN ÆTLAÐ?

Stutta svarið er øllum. Ráðgevingin er fyri øll, sum hava tørv á at tosa við onkran.

Tað kann vera um stúranir, vegleiðing um, hvar ein kann leita sær hjálp til ein, sum stendur nær, ávísing til tilboð og tænastur ella okkurt heilt annað. Einki er ov lítið ella ov stórt at práta um. Ráðgevarnir, sum eru í ráðgevaratoym- inum, hava øll hollar royndir í at ráðgeva og vegleiða. Tað hevur ongan týdning, hvussu gamal ella ungur tú ert, tú ert dulnevndur, eins væl og ráðgevarnir eru tað, og tú kanst tosa um júst tað, tú hevur hug til og brúk fyri. Einki er tabu, skomm ella flovisligt. Tó er tað soleiðis, at um upplýsingar verða givnar, sum ráðgevarnir meta eru til skaða fyri teg ella onnur, og tú upplýsir, hvør tú ert, so hava vit skyldu at boða frá til rætta myndugleika (barna- vernd, løgreglu ella onnur).

Kjattið hjá Sinnisbata er opið hvørt kvøld millum klokkan 20 og 22.