SINNISBATI UNG (SBU)

Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung og stuðla teirra arbeiði? So kanst tú gera tað niðanfyri her. 

SAMBAND

Til ber at koma í samband við Sinnisbata Ung við at skriva til ung@sinnisbati.fo, ella við at finna SBU á Instagram: @sinnisbati_ung, ella Facebook: Sinnisbati Ung - SBU

 

Sinnisbati Ung (SBU) er nýggja ungdómstoymið hjá Sinnisbata. SBU hevði fyrsta fund í apríl 2021, og stovnaði seg sum felag í februar 2022.

Øll ung millum 15 og 30 ár, ið hava áhuga fyri sálarheilsu og psykiatriska økinum sum heild, eru vælkomin at gerast partur av Sinnisbata Ung!

Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung og stuðla teirra arbeiði? So kanst tú tekna teg sum lim til venstru her á síðuna. Tað er tó ikki krav at gjalda limagjald fyri at vera virkin í Sinnisbata Ung, men kravið fyri at gerast limur í Føroya Ungdómsráð er, at SBU hevur meira enn 30 gjaldandi limir millum 15 og 30 ár í trimum av teimum gomlu sjey valdømunum. 

Til ber eisini at gerast stuðulslimur í SBU, um tú ert yvir 30 ár. Limagjaldið er tað sama, men munurin er, at tú ikki hevur atkvøðurætt, ella møguleika at stilla upp til nevndararbeiðið. Tú stuðlar arbeiðinum hjá SBU, og er tí við at gera mun.


hvørji eru vit? 

Tað er einki nýtt at sálarheilsustøðan í Føroyum í dag versnar, serliga millum ung. Fimta hvør kvinna og tíggundi hvør maður í aldrinum 18-24 ár hevur havt eina sálarliga sjúku, sambært fólkaheilsukanningini hjá Fólkaheilsustýrinum frá 2019 “Hvussu hevur tú tað?”

Vit fáa allatíð at vita, hvat vit skulu gera, hvar vit skulu fara, hvat vit skulu hugsa, hvat vit skulu føla, men hvørji eru vit?

Vit hava valt at gjørt eina kanning á størsta miðnámsskúlanum í Føroyum, Glasir. Vit settu ungum spurningin: “Hvat tyngir teg?” við vón um at finna eitt møguligt svar.

- Ein heimildarfilmur eftir Annu Joensen-Næs og Elin Sólvør á Løgmansbø

Síggj heimildarfilmin >>her<<