Tilboð til børn og ung

Her kanst tú finna ymisk tilboð til børn og ung. Vit dagføra so hvørt hesa síðuna. Sinnisbati hevur javnan tilboð til børn og ung. Millum annað bjóða vit sjálvhjálparbólkar fyri ung við angist og  bólkar fyri fyri børn, ið eru avvarðandi til foreldur ella syskin við sálarsjúku. Tú kanst lesa meira um okkara tilboð undir 'Bólkar og ráðgeving'.

Ung um kvøldið

Ung um kvøldið er eitt tilboð hjá Almannaverkinum fyri ung upp til 25 ár.

Hvørt mikukvøld møtast ung til hugnaligt kafékvøld við drekkamunni, práti, borðspølum og hugna við sosialum tiltøkum.  Tey hittast Undir Glaðsheyggi 14 í Havn kl. 19-21:45.

Tiltakið er ætlað ungum, sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar. Karmarnir eru óformellir og hugnaligir.

Tilmelding er ikki neyðug til kafékvøldini. Øll eru vælkomin.

Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.

Les meira um tilboðið á síðuni hjá Almannaverkinum. Tey leggja eisini skránna út fyri ymisku kvøldini, so til ber at fylgja við, hvat hendir tey ymisku kvøldini.

Leinkja:  https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/ung-um-kvoeldid-mikukvoeld

Sjálvhjálparbólkar fyri ung við ADHD

ADHD-felagið skipar javnan fyri sjálvhjálparbólkum fyri fólk við ADHD. Her eru eisini javnan bólkar fyri børn og ung. Fylg við á síðuni hjá ADHD-felagnum, um nær ymisku bólkarnir eru.

Leinkja: https://adhd.fo/sjalvhjalparbolkar/