TIME OUT - Bólkur fyri børn og ung, ið eru avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku.

 

TIME OUT er eitt tilboð til børn og ung í aldrinum 12-18 ár, sum hava foreldur ella systkin við sálarsjúku. TIME OUT er eitt frírúm hjá børnum og ungum - eitt stað har tey kunnu siga time out frá gerandisdegnum, og møta øðrum í líknandi støðu. Bólkurin er skipaður av fakfólki við hollum royndum innan økið. luttakararnir og bólkaleiðararnir hittast eina ferð um vikuna í átta vikur. Pláss er fyri 10 luttakarum.

Sinnisbati hevur havt TIME OUT bólkar síðani 2016, og hava afturmeldingarnar frá luttakarunum verið góðar. Eitt, sum gongur aftur, er, at tey ungu ikki longur kenna seg einsamøll.

Tey siga millum annað:

- Nú veit eg, at sálarsjúka ikki smittar

- Eg havi onkran sum SKILIR, og eg føli meg ikki einsamalla longur

- Eg tori betri at hava tað, sum eg havi tað, tí eg veit at tað ikki bara eri eg

- Eg skilji betri, hvussu mamma hevur tað, og hvat sálarsjúka er

 

Í 2021 fekk TIME OUT hjá Sinnisbata heiðursløn frá Føroya Ungdómsráð, fyri arbeiðið við børnum og ungum. Hetta eru vit sera fegin um, og ynskja framhaldandi at hava TIME OUT bólkar á hvørjum ári.

 

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað tær at hoyrt meiri um TIME OUT, og nær næsti bólkur verður.