Sinnisbati er ein áhugafelagsskapur, sum verdur fíggjaður umvegis
• Limagjøld
• Sjálvbodnar peningagávur ella donatiónir
• Føroya Landsstýri stuðlar við kr. 450.000 kr. árliga (frá 2019)
Harumframt er Sinnisbati limur í MEGD, Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum (sí www.megd.fo).
Tú kanst gerast limur í Sinnisbata og hervið stuðla arbeiðinum hjá felagnum. Tað er lætt og ómakaleyst at tekna teg umvegis okkara heimasíðu við at trysta á knøttin til vinstru á síðuna: "Tekna teg sum lim". Um tú hevur tørv á hjálp til at blíva skrásett sum limur, ert tú meira enn vælkomin til at ringja ella skriva til okkum.
Limagjaldið er árliga:
Einstaklingar: kr. 200,-
Fyritøkur og stovnar: kr. 500,-
Aðrar fíggjarligar upphæddir í sambandi við stuðul er eisini vælkomar.
Kontonr.:
Betri Banki: 9181-0001330898
Bank Nordik: 6460-0001639465
Norðoya Sparikassi: 9865-0001024242
Suðuroy Sparikassi: 9870-0001017757
Ynskja tú at geva felagnum gávu, og ella hava spurningar hesum viðvíkjandi, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 597913 ella á sinnisbati@sinnisbati.fo