UM OKKUM

 

 

ENDAMÁL FELAGSINS

Sinnisbati er ein sjálvboðin áhugafelagsskapur hjá teimum, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Felagið bleiv stovnað í 1982 við tí endamál, at skapa betri kor at liva undir, hesum fólkunum til frama. Hetta endmálið er enn grunnleggjandi slóður undir arbeiðnum hjá felagnum í dag. Hóast samfelagið er broytt munandi hesi árini, eru enn nøkur fet at taka, áðrenn Sinnisbati hevur tænt sínum endamáli til fulnar.

Sinnisbati er ein politiskt og átrúðnarliga óheftur felagsskapur, ið virkar fyri javnbjóðis møguleikum og rættindum hjá menniskjum við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hetta við støði í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.Sinnisbati er limafelag í meginfelagnum MEGD, ið arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti, og virkar fyri áhugamálum teirra, ið bera brek og limafeløgum teirra. Til ber at lesa meira um MEGD her.

Sinnisbati vil at psykiatriska sjúkraøkið skal skiljast eins fjølbroytt, og tað likamliga sjúkraøkið. Hetta merkir sostatt at sálarliga sjúkraøkið skal raðfestast eins høgt politiskt og fíggjarliga. Eins væl vil felagið, at ein sálarlig diagnosa, í enn størri mun, ikki skal vera ein forðing fyri at virka í øllum lívsins viðuskiftum, og at stuðul og hjálp skal veitast teimum, ið tørva tí fyri at røkka hesum máli. Hetta skal vera á øllum samfelagsligum pallum: Á stovnum, arbeiðsplássum, skúlum, útbúgvingarstovnum, av myndugleikum og politisku skipanini.

RØDD TEIRRA VIÐ SÁLARSJÚKU OG AVVARÐANDI TEIRRA

Sinnisbati ynskir at vera rødd teirra, ið aloftast ikki rópa harðast. Hjá teimum ið hvønn dag stíðast við eini sinnisligari sjúku, órógvi, lýðing ella avbjóðing. Teimum, ið bera sjúkuna í sinninum og teimum, ið eru hesum kær. Tískil er ein týðandi partur av arbeiðnum hjá Sinnisbata, at kunna um sálarsjúku og skipa fyri átøkum, sum kunnu lætta um gerandisdagin hjá teimum við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Arbeiðið hjá Sinnisbata kann bólkast í tríggjar høvuðsbólkar:

 

Ein stórur partur av arbeiðnum hjá Sinnisbata er at kunna og upplýsa um sinnisligar sjúkur og lív teirra, ið eru rakt av hesum. Hetta ger felagið millum annað við at skipa fyri kunningartiltøkum, útvega føroyskt tilfar, stuðla undir gransking og verkætlanum, ið eru við til at varpa ljós á arbeiðsøkið hjá Sinnisbata. Sinnisbati skipar á hvørjum ári fyri stórum tiltaki á Altjóða Sálarheilsudegi, ið er ein viðurkendur ST-dagur, ið hvørt ár fellur á 10. oktobur. Í tí sambandi hevur Sinnisbati seinastu árini útgivið blað í oktobur, ið lýsir føroyska serfrøði, gransking, list, persónar við sálarligum sjúkum og avbjóðingum og avvarðandi.

Felagið ynskir at slóða fyri meir opinleika, ið kann vera við at avstigmatisera og beina burtur tabu av sinnisligum diagnosum. Hetta ger felagið millum annað við upplýsandi lýsingarátøkum og filmum, eitt nú á sosialum miðlum.

Sinnisbati ynskir at vera við at styrkja alt sálarliga økið, okkara málbólki og limum til frama. Tí er ein týðandi partur av arbeiðnum at arbeiða miðvíst, við at vísa á tørvin á hægri raðfesting av sálarliga økinum. Hetta ger felagið við at vera hoyringspartur í viðkomandi málum hjá politisku skipanini, luttaka í arbeiðsbólkum, ið virka innan arbeiðsøkið hjá Sinnisbata, og orða tilmæli.

Fyribyrging er lykilin, tá talan er um at forða fólki í at gerast sjúk og illa fyri sinnisliga. Tí hevur arbeiðið hjá Sinnisbata seinastu árini eisini verið tengt at hesum, við millum annað útbjóðan av kjattráðgeving umvegis heimasíðuna, fyriskipan av tiltøkum og átøkum ið skulu virka sálarheilsufremjandi, undirvísing og fyriskipan av skeiðum fyri fakfólki og somuleiðis ávísan, yvirfyri myndugleikum og politisku skipanini, á ta áhaldandi avbjóðing at tann sinnisliga heilsan, serliga hjá teimum ungu, versnar støðugt.

Sinnisbati hevur gott samstarv við myndugleikar, stovnar og onnur feløg, ið virka innan sálarliga økið. Hesi samstørv hava alstóran týdning fyri at bøta um korini hjá fólki, ið felagið varðar av. Einans við meira samstarvi, kunnu vit røkka á mál at skapa eina betri tilveru og sálarheilsu hjá øllum borgarum, ið liva í Føroyum.

Til ber at lesa meir um arbeiðið í ársfrágreiðingunum hjá felagnum her.

FÍGGJARLIGT GRUNDARLAG

Fíggjarliga grundarlagið undir felagnum er ein árlig stuðulsjáttan frá Føroya Landsstýri undir Almannamálaráðnum, § 12,  á  Fíggjarlógini. Hetta merkir sostatt, at tað er landsstýrisfólkið í almannamálum, ið varðar av felagnum Sinnisbata, hóast arbeiðsøkið hjá Sinnisbata fevnir um fleiri málsøki, eitt nú heilsumál. Í 2016 hækkaði játtaninin til felagið frá 200.000 kr. árliga upp í 400.000. Í 2019 valdi Landsstýrið at lata Sinnisbata og øðrum feløgum 50.000 kr. avtrat, ið merkir at Sinnisbati í dag fær ein árligan stuðul á 450.000 kr. frá landinum.

Umframt stuðulin á Fíggjarlógini verður felagið fíggjað umvegis limagjøldum, peningagávum og øðrum stuðuli, frá eitt nú grunnum og fyritøkum.

Hevur tú hug at gerast limur í felagnum, ella lata eina peningagávu, ber til at finna nærri kunning her.