BÓLKAR, SKEIÐ & RÁÐGEVING


Sinnisbati skipar javnan fyri ymiskum sjálvhjálparbólkum og skeiðum.  Okkara bólkar eru millum annað til avvarðandi børn, ung og vaksin at sálarsjúkum, og eisini skipa vit fyri angistbólkum til ung. Vit miða eftir at bjóða í minsta lagi tveir avvarðandi bólkar út um árið. Til ber at lesa um ymisku bólkarnar og skeiðini á hesi síðuni og fylgja við, nær næsti bólkur ella skeið verður. 


SPURNINGAR ELLA IVAMÁL?

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Sinnisbata á telefon ella telduposti og hoyra nærri um ymisku tilboðini, og nær tey vera. Hevur tú eitt ynski um ein bólk ella skeið, sum Sinnisbati átti at skipa fyri, ber somuleiðis til at seta seg í samband við okkum.

Hevur tú tørv á ráðgeving í samband við m.a, hvar ein kann leita sær professionella hjálp, viðgerðarmøguleikar, klagumøguleikar og tilboð í samfelagnum, ber somuleiðis til at ringja til okkum. Tú kanst lesa meira um okkara kjatt-ráðgeving niðanfyri.

Um tørvur er á heilsufakligari serfrøði, verður hetta í avmarkaðan mun veitt við telefonráðgeving og/ella fysiskari samrøðu við eitt av heilsufrøðiligu yrkisfólkunum, sum eru knýtt at felagnum. Sinnisbati hevur í núverandi løtu ikki møguleika at veita sálarfrøðiliga viðgerð av nøkrum slagi. Møguleiki er fyri at fáa eitt prát og blíva vístur víðari til aðrar stovnar, feløg og tilboð, sum kunnu veita røttu hjálpina.