Á Vitanarbankanum hjá Sinnisbata kanst tú finna vitan og kunning um sálarheilsuøkið í Føroyum. Tú kanst finna vitan um psykiatriskar diagnosur og líðingar, vegleiðingar og kunning um, hvørji tilboð eru í Føroyum, og hvussu tú finnur røttu hjálpina til tín tørv. Tú kanst lesa um, hvørji tíni rættindi eru, og hvussu tú kærir eina avgerð. Tú kanst eisini finna hagtøl og gransking á sálarheilsuøkinum og lesa persónligar frásøgur frá fólki, sum uppliva sálarsjúku tætt uppá.
Vit endurskoða loypandi, menna og leggja nýtt tilfar inn í bankan. Um tú veitst um okkurt, sum átti at verið á hesi síðuni, hevur viðmerkingar ella spurningar, so ert tú vælkomin at venda tær til okkum.