Sinnisbati Ung (SBU)

Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung og stuðla teirra arbeiði? So kanst tú gera tað niðanfyri her. 

SAMBAND

Til ber at koma í samband við Sinnisbata Ung við at skriva til ung@sinnisbati.fo, ella við at finna SBU á sosialum miðlum.

Sinnisbati Ung er nýggja ungdómstoymið hjá Sinnisbata. Sinnisbati Ung (SBU) hevði fyrsti fund í apríl 2021. Í næstum fer SBU at hava stovnandi aðalfund.

Øll ung millum 15 og 30 ár, ið hava áhuga fyri sálarheilsu og psykiatriska økið sum heild, eru vælkomin at gerast partur av Sinnisbata Ung!

Hevur tú hug at gerast limur í Sinnisbata Ung og stuðla teirra arbeiði? So kanst tekna teg sum lim til venstru her á síðuna. Tað er tó ikki krav, at gjalda limagjald fyri at vera virkin í Sinnisbata Ung, men kravið fyri at gerast limur í Føroya Ungdómsráð er, at SBU sum felag hevur meira enn 30 gjaldandi limir millum 15 og 30 ár í trimum av teimum gomlu sjey valdømunum. 

Til ber eisini at gerast stuðulslimur í SBU, um tú ert yvir 30 ár. Limagjaldið er tað sama, men munurin er, at tú ikki hevur atkvøðurætt, ella møguleika at stilla upp til nevndararbeiði. Tú stuðlar arbeiðnum hjá SBU og er tí við at gera mun.

Vit eru á Instagram!