TVINGSIL Í PSYKIATRI


Frælsistøka og aðrir hættir fyri tvingsli í psykiatriini eru bert loyvdir eftir galdandi ásetingum í Psykiatrilógini. Um tú ert fyri einum hvørjum slagi av tvingsilsinntrivi, hevur tú altíð rætt til at kæra, um tú upplivir, at tvingsilsinntrivið ikki er heimilað ella kundi verið umgingið.


Endamálið við Psykiatrilógini er at tryggja, at sjúklingar í so stóran mun, sum til ber, hava ávirkan á egna viðgerð og viðurskifti. Lógin skal eisini tryggja rættarstøðuna hjá psykiatriskum sjúklingum í samband við frælsistøku, tvingsilsviðgerð og aðra tvingsilsnýtslu á psykiatrisku deild. Galdandi psykiatrilóg varð sett í gildi í Føroyum í 2009. Í 2023 vórðu broytingar í Psykiatrilógini samtyktar, ið skulu styrkja rættartrygdina hjá psykiatriskum sjúklingum í samband við tvingsil.

Ein sjúklingur, ið er fyri frælsistøku og øðrum tvingsilsinntrivum, skal kunnast um innihaldið, grundarlagið og endamálið við tvingsilsinntrivinum, áðrenn tað verður sett í gongd (§31).

Sjúklingurin skal sambært Psykiatrilógini fáa vegleiðing um, hvussu kærast kann um inntrivið (§32).

Ynskir tú at kæra?

Um tú hevur upplivað tvingsil í samband við innlegging á psykiatrisku deild, ið tú ikki metur var heimilað ella kundið verið umgingið, kanst tú altíð kæra til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina hjá Føroya Kærustovni.

Psykiatriska Sjúklingakærunevndin hevur til aðalendamál at verja rættartrygdina hjá sjúklingum, ið eru fyri tvingsli í samband við innlegging á psykiatrisku deild.

Tvingsilsinntriv fevna um:

  • Tvingsilsinnlegging
  • Tvingsilsafturhald
  • Afturføring
  • Tvingsilsviðgerð
  • Fastspenning
  • Nýtslu av likamligum valdi
  • Nýtslu av persónligum ávaringar- og peiliskipanum og serligum hurðalásum
  • Verjufastspenning
  • Persónlig vernd, ið uttan steðg varar meira enn 24 tímar og hurðalæsing á deildini
  • Tvungna uppfylging eftir útskriving

Krøv til kæruna

Tað eru eingi formlig krøv um, hvussu kæran skal síggja út. Tú kanst kæra bæði munnliga og skrivliga. Tað er heldur eingin kærufreist í samband við kærur til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina. Tú kanst altíð kæra, óansæð nær tvingsilsinntrivið fór fram.

Tú kanst lesa meira um, hvussu tú kanst kæra á síðuni hjá Føroya Kærustovni. Tú kanst altíð fáa vegleiðing frá teimum.

Sjúklingaráðgevi

Sambært Psykiatrilógini §24 skulu øll, ið eru fyri tvingsli, fáa tilnevnt ein sjúklingaráðgeva. Sjúklingaráðgevin skal leiðbeina og geva sjúklingunum ráð viðvíkjandi øllum viðurskiftum í samband við sjálva innleggingina, uppihaldið og viðgerðina á psykiatrisku deild. Sjúklingaráðgevin skal eisini kunna sjúklingin um møguleikan at kæra og hjálpa sjúklinginum við eini møguligari kæru.

Sjúklingaráðgevin skal síggja sjúklingin í seinasta lagi 24 tímar eftir, at tvingsilsinntrivið er farið fram (§26).

 

Les meir:

» Psykiatrilógin

» Psykiatriska Sjúklingakærunevndin

» Føroya Kærustovnur