KJATT-RÁÐGEVING


Síðani 2020 hevur Sinnisbati havt dulnevnda kjatt-ráðgeving á heimasíðu felagsins.  Tað var serliga vegna korona at avgerð var tikin um at opna eina ráðgeving, tí at Sinnisbati merkti stóran tørv á einum slíkum tilboði.

Í 2020 vóru 345 samrøður á kjattinum. Í 2021 minkaði talið av samrøðum niður í 304, og í 2022 hava 114 samrøður verið. Tað er torført at siga, hví talið er minkað so nógv, tí tað nokk er ein blanding av ymiskum orsøkum. Ein av orsøkunum kann vera, at fólk ikki eru so nógv avbyrgd, eins og tey vóru undir korona. Tað kann eisini spæla inn, at tað er komin ein skipan við ókeypis sálarhjálp, og at fleiri kunnu fáa hjálp frá henni. Eitt triðja kann vera, at vit hava ikki verið eins góð til at lýst við tilboðnum.


Hagtøl 2022

Tað er sjálvandi gleðiligt, at tað eru færri, sum venda sær til okkum á kjattinum, tí tað kann vera eitt tekin um, at tað ikki er eins stórur tørvur, sum í 2020. Men tó eru tað ofta sera hørð og tung evni, sum samrøðurnar snúgva seg um (les meir undir evni á samrøðum), og vit síggja tí ein sera stóran tørv á hesum tilboðnum um ráðgeving og vegleiðing. Hagtøl okkara vísa, at 60,6% av teimum, sum venda sær til kjattið, eru í málbólkinum undir 18 ár og 18- 29 ár. Okkara sjálvbodnu og faklærdu ráðgevarar eru klárir at ráðgeva og vegleiða enn fleiri, og tí ynskja vit at røkka hesum málbólkinum, og vissa okkum um, at tey ungu kenna til kjatt-ráðgevingina. Tað skal tó gerast vart við, at hetta er ein dulnevnd ráðgeving, og at ein stórur partur ikki upplýsir aldur.

Sum sagt, kunnu evnini í samrøðunum vera tung og hesum eigur ongin at standa einsamøll/allur við, uttan vegleiðing og ráðgeving frá fakfólki. Tað evnið, sum flest samrøður snúðu seg um (53 í tali) , var evnið “dapurleiki, gleðisloysi og tungir tankar”. Í 31 av samrøðunum, snúi evnið seg um “sjálvmorð, sjálvmorðsroynd og/ella sjálvmorðstankar”. Hetta er eisini triðistørsta evnið av samrøðunum. Av tí, at vit í Føroyum onga lívslinju hava, hava okkara ráðgevarar í 2022 fleiri ferðir víst til donsku livslinien. Næststørsta evnið í 2022 var “handfaring av gerandisdegnum”, har tað vóru 42 samrøður um evnið. Tá tað snýr seg um handfaring av gerandisdegnum, eru tað sera ymiskar, men ofta truplar støður,sum ung og børn hava tørv á at fáa vegleiðing í.

Tað eru nógv flestar kvinnur og gentur, ið venda sær til kjatt-ráðgevingina at fáa vegleiðing og ráðgeving. Hetta hevur verið púra greitt øll hesi trý árini, vit hava havt hetta tilboðið. Í 2022 vóru tað bert sjey menn og dreingir, ið vendu sær til kjattið.