Yvirlit
Endamálið við sálarliga fyrstuhjálp er, at økja um vitanina hjá fólki, soleiðis at tey eru bjálvaði til at bera seg rætt at, um tey skuldu enda í tí støðu at onkur tey kenna, eru í eina kreppu.
Skjalprógvaði úrslit
Sálarlig fyrstuhjálp er bygt á royndir og kanningar úr Avstralia, har psykiatarir, sjúkrarøktarfrøðingar, sjúklingar, avvarðandi, bjargingarfólk og granskarir hava ment konseptið Mental Health First Aid í 2001. Nú er sálarlig fyrstuhjálp tøk í 22 ymisk lond.
Málbólkurin fyri sálarlig fyrstuhjálp
Sálarlig fyrstuhjálp kann vera viðkomandi fyri ein sera breiðan skara av fólki. Eitt nú fyri fólk, sum dagliga eru í samband við nógv ymisk fólk, men sum vænta vitan innan sálarliga økið, og handfaring av sálarligar kreppur. Eisini er skeiðið viðkomandi fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku.
Í Sinnisbata halda vit, at hetta vera skeiðið vera so mikið neyðugt, at vit hava sett okkum fyri, at um 10 ár skulu 2% av øllum føroyingum hava fingið skeið í sálarliga fyrstuhjálp. Hetta vil siga, at at í ár 2030 ynskja vit at á leið 1040 fólk skulu hava lokið skeiðið.
Hvar kann eg fáa skeið í sálarliga fyrstuhjálp?
Sinnisbati fer í 2020 í samstarv við skeiðshaldarir at skipa fyri skeið í fyrstu hjálp. Ert tú áhugað/ur í at taka skeiðið, send ein teldupost til sinnisbati@sinnisbati.fo ella ring á 597913 mánadagar ella hósdagar millum 10-12.
Keldur:
Psykiatrifonden