Tað er OK ikki at vera OK

Sinnisbata gjørdi í heyst 2016 eitt nýtt átak, sum eitur “Tað er OK ikki at vera OK”, sum setur fokus á tað at hava sálarsjúku og tað at vera avvarðandi, at fólki, ið hava sálarsjúku. Endamálið er, at varpa ljós á, at eingin bara er ein diagnosa, og at tað ber til at lekjast fyri sjúkurnar. Hetta skal eggja til, at fólk blíva meira tilvitað um, at ein sálarsjúka ikki altíð er kronisk, og at tað oftast ber til at liva eitt vanligt lív. Átakið skal vera við til at niðurbróta tabu rundan um psykiatriska økið og avmystifisera, somuleiðis sum tað skal upplýsa um diagnosur.