Skeið í sálarligari fyrstuhjálp

Endamálið við sálarligari fyrstuhjálp er at økja um vitanina hjá fólki, so tey kunnu veita skjóta og góða hjálp, tá onkur tey kenna hevur tað ringt sálarliga ella  er í sálarkreppu.

Á skeiðnum fært tú:

  • Vitan um sálarsjúkur.
  • Vitan um og amboð í, hvat tú kanst gera, tá onkur hevur tað ringt sálarliga, er í kreppu ella hevur sálarsjúku.
  • Vitan um at leita sær skjóta hjálp.

Endamálið er:

  • At tann, sum hevur tað ringt, verður møttur í støðuni, viðkomandi er í.
  • At fólk tora og duga at bjóða sálarhjálpina – KLIPS handliætlan (les um KLIPS her).
  • At tosa um tabu við sálarsjúkum
  • At arbeiða fyri, at fólk við sálarsjúku fáa stuðul og hjálp so skjótt sum gjørligt.

 

Hvør kann taka skeiðið?

Sálarlig fyrstuhjálp er viðkomandi fyri øll fólk, tí at øll kunnu uppliva at koma í eina torføra støðu, har tørvur er á sálarligari fyrstuhjálp. Sálarlig fyrstuhjálp er serliga viðkomandi fyri tey, sum dagliga arbeiða við fólki við sálarligum avbjóðingum. Eisini er skeiðið viðkomandi fyri avvarðandi at fólki við sálarsjúku.

 

Skjalprógvað úrslit

Sálarlig fyrstuhjálp er bygt á royndir og kanningar úr Avstralia, har psykiatarar, sálarfrøðingar,  sjúkrarøktarfrøðingar, sjúklingar, avvarðandi, bjargingarfólk og granskarar hava ment konseptið Mental Health First Aid í 2001. Nú er sálarlig fyrstuhjálp tøk í 22 ymiskum londum. Í Sinnisbata nýta vit leistin hja Psykiatrifonden í Danmark.

 

Hvar kann eg fáa skeið í sálarligari fyrstuhjálp?

Sinnisbati skipar fyri skeiðum í sálarligari fyrstuhjálp, og lýsa vit við tí á síðuni her, tá vit hava eitt skeið.