AVVARÐANDIBÓLKAR

Sinnisbati hevur síðani 2015 skipað fyri bólkum til avvarðandi at fólki við sálarsjúku. Felagið bjóðar sum meginreglu tveir avvarðandibólkar út árliga. Higartil hava vit bjóðað sjey ymisk sløg av avvarðandibólkum út:

  • Bólkur fyri børn millum 8-10 ár
  • Time Out bólkur fyri børn og ung millum 12 og 18 ár
  • Bólkur fyri ung millum 18-35 ár
  • Bólkur fyri foreldur
  • Bólkur fyri makar
  • Mannfólkabólkur
  • Blandaður bólkur fyri avvarðandi.

Felags fyri avvarðandi kann vera, at tey eisini verða rakt, tá ein í familjuni gerst sjúkur. Familjustøðan broytist. Nógv kenna seg ørkymlaði og ráðaleys, og vita kanska ikki, hvussu tey skulu bera seg at.

 

Hvussu eru bólkarnir skipaðir?

Avvarðandibólkar eru skipaðir við bólkum á 6-10 avvarðandi, ið møtast eina ferð um vikuna í átta vikur.

Í sjálvhjálparbólkinum fáa avvarðandi møguleika at hitta onnur, ið eru í líknandi støðu, og kunnu deila, kenslur, avbjóðingar og royndir saman. Tey avvarðandi kunnu tosa opið og erligt um upplivingar, trupulleikar og gerandisdagin sum avvarðandi. Luttakararnir fara saman við bólkaleiðara at fáa amboð til at lætta um kenslur og aðrar avbjóðingar í gerandisdegnum. Bólkurin verður skipaður við felagspráti og psykoedukatión.

Luttaka​​r​ar​ og fakfólkini eru áløgd tagnarskyldu eftir galdandi reglum.

 

Set teg í samband við Sinnisbata, um tú kundi hugsað tær at hoyrt meiri um bólkatilboðini hjá okkum, og nær ymisku bólkarnir eru.