SKRIVSTOVAN

Gunnhild Persson, aðalskrivari
gunnhild@sinnisbati.fo

+298 597913

Ninna R. Simonsen, skrivstovufólk
ninna@sinnisbati.fo

Til dagligt arbeiða tvey starvsfólk hjá Sinnisbata. Ein aðalskrivari og eitt skrivstovufólk, ið tilsamans eru eitt ársverk. Sinnisbati hevur havt lønt starvsfólk síðan á sumri 2017.

Aðalskrivarin tekur sær av dagligu leiðsluni á skrivistovuni og hevur ábyrgd av at seta í verk og gjøgnumføra tey mál, sum nevndin setur sær fyri. Umframt hetta, veitir aðalskrivarin vegleiðing og ráðgeving umvegis telefon og teldupost. Tað kann m.a vera ráðgeving um, hvar ein kann leita sær professionella hjálp, vísa á viðgerðarmøguleikar, klagumøguleikar og tilboð í samfelagnum.

Um tørvur er á heilsufakligari serfrøði, verður hetta í avmarkaðan mun veitt við telefonráðgeving og/ella fysiskari samrøðu við eitt av heilsufrøðiligu yrkisfólkunum, sum eru knýtt at felagnum. Sinnisbati hevur í  núverandi løtu ikki møguleika at veita sálarfrøðiliga viðgerð av nøkrum slagi. Møguleiki er fyri at fáa eitt prát og blíva vístur víðari til aðrar stovnar, feløg og tilboð, sum kunnu veita røttu hjálpina.