BROT ÚR SØGUNI HJÁ SINNISBATA

Felag fyri sálarsjúk í Føroyum

Tað er mánadagur 10. mai í 1982. Vit eru stødd í Skúlanum á Trøðni í Havn, eini 40 fólk. Í dag skal avgerandi stigið takast at stovna felag fyri fólk við sálarsjúku og avvarðandi teirra. Hesin dagurin verður ein týðandi varði í føroyskari sálarsjúkusøgu, tí hendan dagin verða lunnar lagdir undir Sinnisbata. Felagið verður ikki stovnað hendan dagin, men tikið verður undir við fyribilsuppskoti til lógir til felag fyri sálarsjúk og teirra avvarðandi.

Í gerðabók felagsins stendur soleiðis hendan mánadagin í mai fyri 40 árum síðan:

„Tann 10. mai 1982 var fyrireikandi fundur hildin á Skúlanum á Trøð- ni, sum arbeiðsnevndin til stovnan av felag fyri sinnisbrekað hevði kallað saman til. Umleið 40 fólk møttu.“

Í arbeiðsnevndini sótu Berlina Hentze, Anna Olafsson, Katrin Dahl, Karin Margretha Joensen-Næs og Eyðun Joensen. Her vóru sostatt bæði fakfólk og leikfólk. Eyðun Joensen var til dømis fyrsti føroyski sálarfrøð- ingurin yvirhøvur í starvi í Føroyum, og hann starvaðist stóran part av arbeiðslívi sínum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum.

Jóannes Dalsgarð var valdur til orðstýrara. Síðan varð lógaruppskot lagt fram, og fundarfólkið gekk gjøgnum lógirnar. Nøkur uppskot komu um ískoyti og til broytingar, áðrenn fundurin varð niðurlagdur.

Felagið verður stovnað

Tvær vikur eftir fyrireikandi fundin er aftur kallað til fundar í Skúlanum á Trøðni. Stovnandi aðalfundurin er settur at vera hendan mánadagin 24. mai klokkan 19.00. Hendan dagin verður ætlanin um eitt nýtt felag fyri fólk við sinnisbreki og avvarðandi teirra veruleiki.

Til orðstýrara verður aftur hesa ferð Jóannes Dalsgarð valdur. Eini 40 fólk eru møtt til stovnandi aðalfundin.

Í gerðabókini hendan dagin stendur millum annað:

Broyttu lógirnar vórðu gjøgnumgingnar og einmælt samtyktar. Hesi vóru í uppskoti at mynda fyrstu nevndina:

  • Arne Ludvig
  • John Smith
  • Katrin Dahl
  • Berlina Hentze
  • Karin Margretha Joensen-Næs
  • Hedvig Poulsen
  • Hans Birgir Hansen
  • Anna Sofía Olsen
  • Ulla Mikkelsen

Í nevndina komu:

  • Arne Ludvig
  • Katrin Dahl
  • Berlina Hentze
  • John Smith
  • Karin Margretha Joensen-Næs

Sum tiltakslimir vórðu valdar:

  • Anna Sofía Olsen og
  • Ulla Mikkelsen

Til grannskoðara varð Carl Vilhelm Weihe valdur, og Sólveig Arge varð vald sum grannskoðanarhjálpari.

Felagið fekk navnið Sinnisbati, og soleiðis eitur felagið enn. Hans Birgir Hansen átti navnauppskotið.

Nevndin skipaði seg beinanvegin soleiðis, at Katrin Dahl, Karin Mar- gretha Joensen-Næs og Arne Ludvig skuldu stjórna felagnum fyrstu tíð- ina. Seinni hetta sama árið varð Karin Margretha Joensen-Næs vald til forfólk, og hon gjørdist sostatt fyrsta forfólkið í Sinnisbata.

Stovnandi aðalfundurin varð lokin kl. 22 hetta kvøldið. Nú var Sinnisbati veruleiki. Eftir hetta fingu sálarsjúk og teirra avvarðandi í Føroyum eina nýggja rødd. Eina rødd, sum framvegis livir sítt virkna lív.

 

- Brot úr Sálareyga (2022) eftir Grækaris Djurhuus Magnussen