VIÐTØKUR

Viðtøkur fyri Sinnisbata

(í gildi frá 3. juni 2020)

§ 1 

Navn og bústaður

Sinnisbati 

Íslandsvegur 10C 

FO-100 Tórshavn

 

§ 2 

Endamál felagsins 

Aðal endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá fólki, ið hava sinnisórógv og avvarðandi teirra, herundir: 

  • at veita upplýsing og kunning um sinnisórógv og sjúku. 
  • at skipa fyri tiltøkum og átøkum sum tæna málbólki okkara. 
  • at samskipa verkætlanir, sum tæna málbólki okkara og lýsir viðuskifti teirra. 
  • at arbeiða fyri, at børn og ung við sinnisórógv og sjúku, verða veitt hjálp/stuðul/ráðgeving, ið er neyðug hjá hesum bólki í samfelag okkara. 
  • at arbeiða við politiskari upplýsing og yvirskipað tæna okkara málbólki í at fáa betri sømdir at virka undir, í samfelagnum. Hetta skal gerast við at vera rødd teirra í miðlum, politiskum málum og í samfelagsviðuskiftum sum heild. 
  • at stuðla undir fyribyrgjandi tiltøkum, átøkum, gransking og øðrum, ið kann virka sálarheilsufremjandi. 

Felagið er politiskt og átrúnarliga óheft av øllum politiskum flokkum og trúarbólkum. Felagið má sostatt ikki taka støðu til politisk mál, ið liggur uttanfyri arbeiðsøki felagsins. Sama er galdandi fyri starvsfólk og limir, ið røkja álitissess felagsins vegna.

 

§ 3 

Limaviðuskifti 

Øll kunnu gerast limir í felagnum. Einstaklingar, feløg og stovnar kunnu gerast limir. 

Skilt verða millum “virkandi” og “hvílandi” limir. Virknir limir verður at rokna øll sum hava goldið árliga limagjaldið, og sum ikki eru í meira enn eitt ára eftirstøðu. 

Nevndin kann koyra ein lim úr felagnum, um viðkomandi virkar ímóti endamáli og mannagongdum felagsins á ein slíkan hátt, at tað kann forða fyri arbeiðsgongdini, skaða umdømið og/ella álitið í felagnum og á felagið. 

Meiriluti skal vera í nevndini fyri útkoyringina. Ger nevndin av at sýta ella strika limaskap í felagnum, verður málið at leggja fyri aðalfundin, um viðkomandi limur, talan er um, ynskir tað. Aðalfundurin tekur sostatt endaliga avgerð í málinum.

 

§ 4 

Limagjald 

Limagjaldið verður ásett á aðalfundinum. 

Limagjald verður kravt, sum føst flyting í januar.

 

§ 5 

Aðalfundurin 

Aðalfundurin er hægsti mynduleiki felagsins. Aðalfundurin verður hildin í fyrra árshelmingi. Eykaaðalfundur verður hildin, tá 1/3 av limunum ella ein meiriluti av nevndini ynskir tað. 

Kallað verður til aðalfund 21 dagar frammanundan, og eigur hetta at lýsast á tíðinda- og kunningarportalum, umframt kunngerast í teldubrævi til limirnar. Á sama hátt verður kallað inn til eykaaðalfund. Um neyðugt, kann undantak gerast og kallast inn til eykaaðalfund við stytri ávarðing. 

Uppskot til aðalfundin skulu verða nevndini í hendi sjey dagar áðrenn aðalfundin. 

Aðalfundurin viðger hesi mál: 

  • Val av orðstýrara 
  • Ársfrágreiðing formansins 
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins 
  • Møguligar lógarbroytingar 
  • Innkomin mál 
  • Limagjald fyri komandi ár 
  • Nevndarval 
  • Val av grannskoðara 
  • Ymiskt 

Á hvørjum aðalfundi fara tríggir ella fýra nevndarlimir frá, eftir at hava sitið tvey ár. 3 fara líka ár og 4 fara ólíka ár. Hetta fyri at trýggja støðufesti í felagnum. Tiltakslimir sita bert eitt ár ísenn. Nevndar- og tiltakslimir kunnu veljast aftur. 

Einans limir, ið ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi hava atkvøðurætt og talurætt. Einans limir, ið ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi kunnu stilla upp til nevndina. Limir, ið ynskja at stilla upp til nevndina, men ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, kunnu boða nevndini frá uppstilling. Tað er einans gjørligt atkvøða, um virkandi limurin er til staðar á aðalfundinum. 

Á aðalfundi verða øll mál avgjørd við meiriluta, undantikið eru lógarbroytingar, har 2/3 meiriluti krevst.

 

§ 6 

Stjórnarskipan 

Nevndin skal vera mannað av millum 5 og 7 virknum limum við minst tveimum tiltakslimum. Nevndin verður vald á ársaðalfundinum. 

Nevndin skipar seg sjálv við forfólki, næstforfólki, kassameistara og skrivara, ið tekna felagið. Umframt siðbundnar nevndarsessir, kann nevndin útvega aðrar álitissessir, sum eitt nú ábyrgdarpersónur fyri eitt ávíst arbeiðsøki hjá felagnum, ella arbeiðsbólki. Ungmannafelagið Sinnisbati Ung hevur eitt umboð í nevndini við eygleiðara statusi og talurætti.

Við keypi og sølu av ognum felagsins, verður felagið teknað av allari nevndini. Nevndin hevur heimild at áseta fundarsamsýningar til fyrilestrahaldarar og nevndarlimirnar. 

Forfólkið í felagnum kallar inn til nevndarfund og leiðir teir, um ikki annað er avtalað framanundan. Fundafrágreiðing verður skrivað til hvønn nevndarfund, sum seinast tríggjar dagar eftir fundin verður send til allar nevndarlimir við telduposti ella á annan góðkendan hátt. Síðani hava nevndarlimirnir tríggjar dagar til at koma við rættingum til frágreiðingina. Endalig fundafrágreiðing verður send út eftirfylgjandi, og undirskrivað á næsta nevndarfundi av nevndarlimunum. 

Hildnir verða minst 10 nevndarfundir og 2 limafundir árliga. Fer limur frá í úrtíð, tekur tiltakslimur við. Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi fýra av nevndarlimunum eru á fundi. Herundur forfólk ella næstforfólk. Nevndarlimur kann luttaka á nevndarfundi gjøgnum telefon ella annan tøkniligan hátt. 

Uppstanda ósemjur innanhýsis í nevndini í málum, sum skulu avgreiðast, kann atkvøðast millum nevndarlimirnar, har meirluti skal vera fyri ,at eitt mál kann góðkennast. Stendur á jøvnum, er atkvøða hjá forfólkið avgerandi. 

Nevndin kann seta eitt ella fleiri starvsfólk at taka sær av dagliga virksemi felagsins, um ráðiligt. Nevndin ásetir arbeiðsuppgávurnar og lønina hjá starvsfólkunum. Leiðreglur fyri innanhýsis viðuskifti í felagnum, umframt samstarv millum nevnd og starvsfólk, mugu vera til taks. Hesi skulu góðkennast á nevndarfundi, herundir eisini broytingar. 

Ynskir nevndarlimur at søkja arbeiði í felagnum, skal viðkomandi limur fyrst úr nevndini í tvey ár, áðrenn viðkomandi kann søkja og blíva sett í starv. 

Um nevndin við vanligum meiriluta tekur avgerð um at viðkomandi skal koyrast úr nevndini/felagnum, skal hetta viðgerast á næst komandi aðalfundi, har atkvøtt verður um uppskot nevndsins, við vanligum meiriluta.

 

§ 7 

Roknskapur 

Roknskapur felagsins er álmannakkaárið. 

Roknskapurin skal vera uppgjørdur eftir vanligum ronkskaparsiði og skal nágreiniliga sýna allar inntøkur og útreiðslur felagsins. Roknskapurin, sum skal verða uttanhýsis grannskoðaður og verður lagdur fram á aðalfundinum til góðkenningar. 

 

§ 8

Lógarbroyting

Uppskot til lógarbroyting skulu vera nevndini í hendi 14 dagar áðrenn aðalfund.

 

§ 9 

Avtøka av felagnum 

Um felagið ynskist avtikið, kann hetta fara fram á aðalfundi ella eykaaðalfundi, og skulu 2/3 av uppmøttum limum atkvøða fyri hesum á tveimum fylgjandi aðalfundum. Avgerð um ognir felagsins verður tikin á tí seinna fundinum. 

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundinum 24. mai 1982 við seinri broytingum. Seinast á aðalfundi 22. februar 2022.