YMISK TILBOÐ TIL TÍN
Á Hesi síðuni kanst tú lesa um ymisk tilboð til tín. Síðan verður javnan dagførd.
Sinnisbati skipar javnan fyri ymiskum sjálvhjálparbólkum. Teir kanst tú lesa um undir bólkar og skeið
TILBOÐ UNDIR ALMANNAVERKINUM
SOSIAL PSYKIATRI
Sosial psykiatriin undir Almannaverkinum bjóðar stuðulstænastu til tín, ið hevur sálarligar og/ ella sosialar avbjóðingar. Allir heimabúgvandi persónar millum 12-67 ár kunnu søkja um stuðulstænastu, og ikki er neyðugt við diagnosu. Stuðulin verður tillagað til tann einstaka borgaran har endamálið er at fáa ein virknan, meiningsfullan og innihaldsríkan gerandisdag. Tað kann bæði vera ein til ein og í bólki.
Tey bjóða millum annað:
- Stuðul til at skipa gerandisdagin
- Stuðul til at venja sosialar førleikar
- Venja sosialar førleikar í bólki
- Samskipa samstarv við aðrar stovnar
- Ráðgevandi og vegleiðandi samrøður
- Kognitiva terapi
- Miljøterapi
- Recovery/endurvenjingar
Tey, ið meta, at eitt fólk hevur tørv á vegleiðing, eitt nú viðkomandi sjálvur, avvarðandi, Psykiatriski depilin ella onnur, kunnu venda sær til Almannaverkið og søkja á
Tel. 360 000 ella á t-post: av@av.fo
RÓWT
RÓWT er eitt tilboð til ung millum 18-30 ár við sálarligum-, sosialum-, rúsdrekka- og/ella rúsevnistrupulleikum. Endamálið við fyriskipanini er at betra um lívsgóðsku og førleikan hjá teimum ungu til at megna egnu lívsstøðu. Dentur verður lagdur á at læra, menna og styrkja tann unga í at virka eftir egnum fortreytum. Atlit verða tikin til tørvin, sum tann ungi hevur her og nú og ynskiligari broyting í framtíðini. RÓWT arbeiðir samskipandi í einum tvørgeira samstarvi fyri at lætta um og gera atgongdina til tænastur, tilboð og viðgerð einfaldari fyri tey ungu. Eisini veita tey praktiska hjálp og stuðlandi samrøður.
Arbeitt verður miðvíst við nógvum ymiskum viðurskiftum rundanum tann unga. T.d.:
- bústaði
- luttøku á arbeiðsmarknaðinum og/ella útbúgving
- heiligvági
- psykiatri og/ella sálarligari viðgerð.
- viðgerð fyri misnýtslu av rúsdrekka/ rúsevnum
- fíggjarviðurskiftum
- sosialum sambondum og frítíðarítrivi
Samband við RÓWT fæst á
tel. 360000, tel. 297364 og tel. 297368
ella við at senda t-post til av@av.fo
FJÁLVI
Hvørt mikukvøld er kafékvøld ætlað borgarum í aldrinum 25-40 ár, sum hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar. Kaféin er hvørt mikukvøld kl. 19-22.00 og heldur til á Fugloyarvegi 9 í Havn.
Tilmelding er ikki neyðug - tú støkkur bara inn á gólvið. Øll eru hjartaliga vælkomin, og tú ert meira enn vælkomin til at taka eina góða vinkonu ella vinmann við.
Les meira og síggj skránna fyri kvøldini á leinkjuni her
UNG UM KVØLDIÐ
Ung um kvøldið er eitt tilboð hjá Almannaverkinum fyri ung upp til 25 ár.
Hvørt mikukvøld møtast ung til hugnaligt kafékvøld við drekkamunni, práti, borðspølum og hugna við sosialum tiltøkum. Tey hittast Undir Glaðsheyggi 14 í Havn kl. 19-21:45.
Tiltakið er ætlað ungum, sum kunnu hava sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar. Karmarnir eru óformellir og hugnaligir.
Tilmelding er ikki neyðug til kafékvøldini. Øll eru vælkomin.
Tað er sosialpsykiatriska toymið hjá Almannaverkinum, sum skipar fyri.
Les meira um tilboðið á síðuni hjá Almannaverkinum her. Tey leggja eisini skránna út fyri ymisku kvøldini, so til ber at fylgja við, hvat hendir tey ymisku kvøldini.
FOUNTAINHÚSIÐ
Í 2014 lótu dyrnar upp til Fountainhúsið, ein almannagagnligur felagsskapur, ið er staðsettur í hjartanum í Tórshavn.
Fountainhúsið er eitt psykiatriskt rehabiliteringstilboð, sum fevnir um aldursbólkin 18-67 ár. Tilboðið er til tín, sum hevur, ella hevur havt sálarligar og/ella sosialar avbjóðingar í gerandisdegnum, og ynskir eitt meira lívsjáttandi umhvørvi at koma í gongd aftur í. Filosofiin handan rehabiliteringina er at síggja menniskjað út frá eini holistiskari áskoðan, ið merkir, at tú ert meiri enn tínir tankar. Her verða øll sædd sum menniskju - ikki sjúklingar.
Ein gerandisdagur í Fountainhúsinum er innihaldsríkur og skiftandi. Endamálið er, at tú mennir tínar førleikar, sum skulu eggja tær til at fara út aftur í sosiala lívið og arbeiðsmarknaðin. Hetta gert tú við at møta ávís tíðspunkt, sum tú sjálv/ur ert við til at taka støðu til eftir nærri avtalu. Tá kanst tú eisini vera við í aktivitetum, sum gagna øllum felagsskapinum, og veruliga gera ein mun.
Stúr ei! Í Fountainhúsinum fer mann ikki ov hart til verka. Møguleiki er fyri at baka, fara út í urtagarðin, ganga túr (sum ofta endar við einum dyppi í havinum - um man hevur hug), ella kanska fara til onkra kreativa verkstovu innandura, har lokal listafólk til tíðir hava skeið. Tú gert bara tað, tær lystir.
Fountainhúsið er eitt tilboð til tín, sum vil møtast við øðrum á jøvnum føti. Her verður dentur lagdur á, at tú fært eitt týðandi samband við hini tú møtir á staðnum, og merkir felagsskapin, ið verður bjóðaður. Hesi kjarnuvirði eru við til at menna lívsgleðina, ið ofta eru neyðug, fyri at koma í gongd aftur við gerandisdagin.
Tilboðið er ókeypis, og til ber at seta seg í samband við Fountainhúsið og hoyra meira á Fountainhus.fo'
Samband
Tel: 288012
T-postur: fountainhus@fountainhus.fo
Adressa: Tinghúsvegur 12, Tórshavn
MENTOR-SKIPAN HjÁ BARNABATA
Endamálið við Mentorskipanini hjá Barnabata er at stuðla og eggja teimum ungu, tá ið ræður um útbúgving, arbeiði og frítíðarvirksemi. Ein Mentor hjálpir teimum ungu við teirra avbjóðingum við at stuðla og vegleiða.
Ein mentor kann m.a hjálpa við:
- At fáa ein meiri skipaðan gerandisdag, um hann frammanundan kann tykjast vera fløkjasligur og strævin
- At gerast ein partur av einum størri felagsskapi
- At venda tí, ið kennist tungt – sum ein ósigur – til nakað meiri væleydnað, so tað kennist sum ein sigur
Øll ung í aldrinum 11-17 ár hava møguleika at søkja sær ein Mentor. Mentorrnir eru sjálvbodnar eldsálir, og tað er ókeypis at fáa ein Mentor.
Set teg í samband við Barnabata á
Tel. 610140 ella t-posti: mentor@barnabati.fo
Les meira um skipanina her
BÓLKATILBOÐ
SPÆLIVAL
Hjá Spælival verður dentur lagdur á at stuðla undir sosiala og persónliga førleikamenningina hjá fólki, ið onkursvegna hava trupult við hesum, t.d. neurodivergent fólk (autisma og ADHD), sosialan angist og depressión. Tað er tó ikki neyðugt at hava eina ávísa diagnosu fyri at kunna nýta gott av Spælival.
Les meira á heimasíðuni hjá Spælival, um hvat tey hava at bjóða. Trýst á her
ADHD-FELAGIÐ
ADHD-felagið skipar javnan fyri sjálvhjálparbólkum fyri fólk við ADHD. Fylg við á síðuni hjá ADHD-felagnum, um nær ymisku bólkarnir eru.
Les meira á heimasíðuni hjá ADHD-felagnum her
AUTISMUFELAGIÐ
Sum limur í Autismufelagnum kanst tú koma í ein netverkbólk hjá teimum. Netverksbólkarnir eru fyri foreldur at børnum í sama aldri og diagnosu, har tey hittast heima hjá hvørjum øðrum. Send ein teldupost til autisma@autisma.fo
Les meira her
BERIN
Berin er til tín, ið hevur mist ella hevur álvarsliga sjúkt foreldur ella systkin, og til tín sum hevur mist barn. Í Beranum bjóða tey bólkar, ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð til børn, ung, foreldur ella umsorganarpersónar.
Til ber at seta seg í samband við Beran á
Tel. 222993 ella senda t-post á berin@berin.fo
Eisini hava tey eitt dulnevnt kjatt, sum er opið mánadag frá kl. 11.00 til 13.00
Les meira her
TÍTT RÚM
Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Les meira um tilboðið á heimasíðuni her