NEYÐTØKUTILBÚGVING

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 304600. Telefonin svarar alt samdøgri, og tey síggja ikki, hvørjum nummari verður ringt frá.

Tú fært samband við ein sjúkrarøktarfrøðing í Bráðmóttøkuni á Landssjúkrahúsinum, sum verður um teg, tá tú kemur á sjúkrahúsið. Um neyðugt verður tú kannað av serlækna í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.


Vegleitt verður um víðari framferð ella hjálp frá øðrum myndugleikum.

Tað er ikki neyðugt at melda tilburðin til løgregluna fyrst.


Les meira um Neyðtøkutilbúgvingina á síðuni hjá Landssjúkrahúsinum, við at trýsta her