HVUSSU LJÓÐAR TUNGLYNDI?

Hvat er tunglyndi?


Vit kunnu øll hava dagar, har vit kenna okkum tung í huga, eru troytt og ikki kenna gleði. Við tunglyndi er tað annarleiðis, og hesir dagar kunnu halda áfram í vikur og mánaðar. Tú kanst kenna djúpan dapurleika, manglandi orku, manglandi áhuga fyri tí, tú plagar at hava áhuga fyri, og lívið kann kennast tungt og meiningsleyst. Tunglyndi er millum mest útbreiddu sálarlíðingar, men er ikki tess minni álvarsamt. Um tú upplivir eyðkenni við tunglyndi, er umráðandi at tú leitar tær hjálp.


Tunglyndi er millum mest vanligu sálarsjúkur, og hildið verður at umleið 300 milliónir av menniskjum líða av tunglyndi á heimsstigi. Bæði kvinnur og menn kunnu verða rakt av tunglyndi, og tað kann raka í øllum aldursbólkum.

Tunglyndi er ein sonevnd affektiv líðing og eitt samliheiti fyri eitt spektrum av líðingum. Tunglyndi hevur ymisk skap, og tú kanst hava lætt, miðalsvárt og svárt tunglyndi. Tunglyndi fevnir um alt frá svárum tunglyndi við psykotiskum eyðkennum, til barnsburðartunglyndi og afturvendandi vetrartunglyndi og bipolara líðing. Í hesi greinini viðgera vit eyðkennini við tunglyndi yvirskipað.


Eyðkenni við tunglyndi
Tá ein verður raktur av tunglyndi, broytist tankagongdin hjá tí einstaka. Tankagongdin er eyðkend við neiligum og sjálvkritiskum tonkum um ein sjálvan, og tað, sum ein vanliga megnar í gerandisdegnum, kann verða torført at gjøgnumføra. Neiliga tankagongdin kann eisini gera tað trupult at varnast, hvussu illa fyri ella sjúkur man í veruleikanum er. Um tú kennir eyðkennini aftur, er tað lættari at gerast varugur við, um tað er tunglyndi, tú stríðist við.

Hóast tú upplivir nøkur av eyðkennunum á tunglyndi, ið eru lýst omanfyri, er tað ikki víst, at tú hevur tunglyndi. Eyðkennini skulu hava verið til staðar í minst 14 dagar, fyrr enn man tosar um kliniskt tunglyndi. Tað er eisini umráðandi at siga, at tað krevst eitt fakfólk til at meta um, um talan er um tunglyndi (eitt nú lækni, sálarfrøðingur ella psykiatari). Tað er vavið av, hvussu sver eyðkennini eru, sum avgera, um talan er um tunglyndi.

Nøkur av eyðkennunum kunnu vera:

1. Dapurskygni og gleðisloysi
- Man er tungur í huga, kedd/ur ella følir seg tóman/apatiskan innaní. Uttan at man neyðturviliga veit orsøkina.

2. Vantandi áhugi
- Man missur áhugan fyri tí, man plagar at hava áhuga fyri. Eitt nú familju, vinarløgum, arbeiði, frítíðarvirksemi, sex. Alt tykist at vera meiningsleyst.

3. Vantandi orka/økt møði
- Man kennir seg troytta/n og orkar einki. Manglar orku og yvirskot til at gleða seg til eitt hvørt, flenna og smíla.

4. Vantandi sjálvsálit og sjálvsvirðing
- Sjálvsálit og sjálvsvirðing eru næstan altíð vantandi/lækkandi, tá man stríðist við tunglyndi. Sjálvt við løttum tunglyndi. Man hugsar neiligt um seg sjálva/n, kennir seg ikki nóg góða/n, ella kennir seg ótrygga/n á teimum økjum, sum man framanundan kendi seg tryggan. Tað kennist sum um, at man ikki kann tey somu tingini, man einaferð kundi.

5. Skuldarkenslur og sjálvsábreiðsla
- Man hevur ringa samvitsku, og lastar seg sjálva/n fyri alt. Man kann kenna seg sum eina vánaliga mammu, vánaligan sjeik, starvsfelagaða ella tílíkt.

6. Tankar um deyða ella sjálvmorð
- Tankar so sum, at tað alt hevði verið lættari, um man ikki var her longur. Fyri tey flestu eru tankar um deyða og sjálvmorð eitt tabu, og tað er tí eisini torført at tosa um hesir tankar. Hetta eru tó vanlig eyðkenni við tunglyndi, og tað kann hjálpa at seta orð á tankarnar.

7. Trupulleikar við at hugsavna seg
- Tað er torført at samla tankarnar, og tí eisini at planleggja, taka avgerðir og skipa seg. Nógv hava eisini trupulleikar við minninum.

8. Friðloysi ella tungan kropp
- Man hevur trupult við at finna frið og innara óró og angist ger, at man ikki kann finna hvíld. Onnur uppliva tað umvenda, har man kennir seg tunga/n og kropsliga tálmaða/n og hevur torført við at koma í gongd við nakað.

9. Svøvntrupulleikar
- Tað er sera vanligt at hava trupulleikar við svøvni, tá man hevur tunglyndi. Man kann hava torført við at sovna, svevur illa og vaknar fleiri ferð um næturnar og vaknar tíðiliga. Nógv kenna seg heldur ikki úthvíldan, tá tey vakna um morgunin.

10. Broytingar í matarlysti og vekt
- Fleiri missa matarlystin, tá tey stríðast við tunglyndi og tapa seg tískil. Onnur uppliva øktan matarlyst.

Eyðkennini við tunglyndi kunnu eisini vera sera ymisk frá persóni til persón. Summi kunnu stríðast mest við neiligar tankar, dapurskygni og trupulleikum við at hugsavna seg, meðan onnur stríðast meiri við kropslig eyðkenni so sum svøvntrupulleikar og ringan matarlyst.
Tað er eisini ymiskt, hvussu tunglyndi útviklar seg hjá tí einkulta. Hjá nógvum kemur tunglyndi stigvíst og sníkjandi, men eyðkennini kunnu eisini koma brádliga. Summi hava tíverri fleiri tíðarskeið við tunglyndi ígjøgnum lívið. Nógv onnur uppliva bert einaferð at hava tunglyndi.


Orsøkir - Hví fáa summi tunglyndi?
Tað er eingin einføld frágreiðing um, hví summi fólk verða rakt av tunglyndi. Nógv týðir á, at talan er um eitt samspæl ímillum okkara viðføddu biologi, arv og sárbæri og okkara upplivingar í uppvøkstrinum. Eisini ymiskar tyngjandi hendingar í lívinum kunnu gera seg galdandi. Tú kanst arva eitt biologisk sárbæri og vera meira sárbærur fyri at fáa tunglyndi seinni í lívinum, um tú hevur havt ein ótryggan uppvøkstur.

Persónligar upplivingar ella traumatiskar hendingar kunnu elva til tunglyndi. Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvat ein slík uppliving er, og hvussu torfør hon kennist. Tað kann m.a vera eitt deyðsfall í familjuni, ein hjúnarskilnaður, stórar lívsbroytingar, arbeiðsloysi, trupulleikar við búskapinum, strongd frá at vera ovbyrjað/ur í skúlanum, mistrivnaður ella happing. Tosað verður um disponeringar til at fáa tunglyndi. Tað vil siga viðurskifti, sum økja um váðan fyri at menna tunglyndi.


Viðgerð fyri tunglyndi
Tíbetur er góð hjálp og viðgerð at fáa fyri tunglyndi og at fyribyrgja hesum. Tú kanst sleppa heilt burturúr tunglyndinum aftur við røttu viðgerðini og stuðlinum.

Hvussu tunglyndi verður viðgjørt, veldst um, hvussu svárt tunglyndið er, og hvørji eyðkennini eru. Nógv fáa tað betri við samtaluviðgerð hjá einum sálarfrøðingi. Viðgerð við heilivági ella eini samanseting av hesum ber eisini til. Danska Heilsustýrið viðmælir øllum við tunglyndi at fara í sálarfrøðiliga viðgerð. Ein týdningarmikil partur av viðgerðini er eisini at læra um tunglyndi, og hvat hevur ført til tað. Hetta verður kallað psykoedukatión. Jú betri tú kennir tunglyndiseyðkennini, jú betri dugir tú at handfara tað. Tað verður lættari at varnast fyrstu tekini á eitt afturfall í góðari tíð, so tú kanst fyribyrgja hesum.

Um tú heldur teg hava tunglyndi, er umráðandi, at tú setir teg í samband við egnan lækna, sum kann vísa tær á viðgerðarmøguleikar. Tað er eisini umráðandi at fáa vitan og vegleiðing um, hvørjar møguleikar tú hevur fyri sosialum stuðli sum t.d sjúkradagpengar og tillagað star