Mýtur & misskiljingar um sjálvmorð


Tað er ein mýta, at sjálvmorð henda uttan ávaring, og er tað ein mýta, sum kann vera torfør at basa. Har eru aloftast ávaringartekin, sum vit mugu vera varug við. Tað kann vera trupult at finna runt í, hvat er rætt – og hvat er skeivt. Les um nakrar av mýtunum og misskilingunum um sjálvmorð.


1. Tey, sum tosa um sjálvmorð, gjøgnumføra tað ikki

Hetta er ein av teimum mest vanligu mýtunum um sjálvmorðsatferð – og ein av teimum vandamiklastu. Ein ørgrynna av kanningum hava víst, at millum 60 prosent og 80 prosent av teimum, sum fremja sjálvmorð, hava víst tekin um teirra tankar frammanundan gerðina.

Tað kunnu vera viðmerkingar so sum:

- eg dugi ikki til nakað meira

- tað var betur, um eg ikki longur var her

- bara eg var deyð/ur

Tað kunnu eisini vera meiri beinleiðis hóttanir og royndir um sjálvmorð.

Persónurin, ið úttrykkir hesar tankar, kann gera tað av fleiri orsøkum: fyri at fáa hjálp til at taka avgerðina, fyri at ávara fólkini í nærumhvørvinum, fyri at hótta nærumhvørvið, ella fyri at biðja nærumhvørvið, familju ella vinir um hjálp til finna vónina aftur. Ein tílík atferð skal undir øllum umstøðum takast í størsta álvara, tá persónar, sum tosa um sjálvmorð, eru í stórum vanda fyri at fremja sjálvmorð.

2. Tey, ið royna at gera sjálvmorð, ynskja at doyggja

Ætlanin við flestu sjálvmorðsroyndum er ikki at doyggja, men heldur er tað eitt ynski um broyting. Tann sjálvmorðshótti ynskir bata í sálarligu og/ella likamligu pínuni, sum viðkomandi upplivir, men hevur trupult við at finna eina loysn á. Sjálvmorðsroyndin skal tí fyrst og fremst uppfatast sum eitt neyðarróp: tað er ikki ein roynd í at gera ein enda á lívinum, men bert at steðga pínuni.

3. Bati eftir sjálvmorðskreppu merkir, at sjálvmorðsvandin er av

Hetta er ein sera vandamikil mýta, í tí, at flest sjálvmorð henda innan næstu tríggjir mánaðar eftir "batan". Ein kann tí ikki ganga útfrá, at vandin er av, um ein, sum áður hevur verið tunglynt/ur ella sjálvmorðshótt/ur, brádliga tykist at vera betri fyri. Tað er ikki óvanligt, at tað at taka eina endaliga avgerð um at fremja sjálvmorð, kann geva eina kenslu av lætta, so at tann sjálvmorðshótti tykist at vera komin ígjøgnum kreppuna. Somuleiðis kann ein persónur við sverum tunglyndi vanta orku til at gjøgnumføra ætlanina um sjálvmorð, bert fyri at gera alvor av tí, tá hann/hon hevur endurvunnið orkuna.

4. At tosa um sjálvmorð er at eggja til tað
Hetta er eisini ein vandamikil mýta, tá hon kann forða bæði nærumhvørvi og fakfólki at spyrja inn til sjálvmorðstankar. Tað eru fleiri, sum bert vísa óbeinleiðis tekin um sjálvmorðstankar og tosa ikki um teir, fyrr enn tey verða spurd beinleiðis. Við at spyrja persónin beinleiðis, um viðkomandi stríðist við sjálvmorðstonkum, vísir tú stúran og umsorgan og kann á tann hátt hjálpa viðkomandi at koma víðari. Ein eigur tó alla tíðina at hugsa um, nær tørvur er á at leita sær professionella viðger og hjálp.

5. Talið av sjálvmorðum er størst í desembur
Tey flestu sjálvmorðini eru í apríl. Nógvar kanningar hava víst, at várið fyri mong ber brá um eitt lyfti um nýggjar og betri tíðir. Men tá ið várið so kemur uttan at hava batar við sær, missa mong vónina at liva víðari. Tað er kent sum ”ávirkingarmegin av brotnum lyftum”.

 

Kelda: Psykiatrifonden.dk