At finna sálarfrøðing og viðgerðartilboð

Tørvar tær sálarfrøðiliga hjálp, er ein møguleiki at venda sær til ein sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðing. Tú kanst antin venda tær beinleiðis til ein, og rinda kostnaðin, men kommunulækni kann eisini vísa til sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðing undir ávísum treytum.


 

Ískoyti til sálarfrøðing

Kommunulækni kann ávísa til viðgerðar hjá sjálvstøðugt starvandi sálarfrøðingi eftir ávísum reglum. Í hesum førum rindar Heilsutrygd 40% av kostnaðinum. Felag Føroyskra Sálarfrøðinga og Heilsumálaráðið hava undirskrivað sáttmála, sum er galdandi frá 1. juli 2011.

Ávísingarorsøkirnar til sálarfrøðiligar samrøður eru hesar:

  1. Ráns-, harðskaps- og neyðtøkuoffur
  2. Ferðslu- og vanlukkuoffur
  3. Avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk-fólk
  4. Fólk rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku
  5. Avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku
  6. Avvarðandi við andlát
  7. Fólk, sum hava roynt sjálvmorð og/ella hótt við sjálvmorði
  8. Kvinnur, sum hava fingið framt fosturtøku eftir 12. viku
  9. Fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, áðrenn tey fyltu 18 ár

Hetta gevur tær rætt til 12 viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Yvirlit yvir sálarfrøðingar, ið virka undir sáttmála við heilsutrygd, er at finna her

Les meira um skipanina her

Tilboð til ung millum 15-25 ár við angist og tunglyndi

Ert tú millum 15-25 ár, og hevur angist ella lætt til moderat tunglyndi, hevur tú rætt til 12 ókeypis viðgerartímar hjá sálarfrøðingi.

Í hesum førum vendir tú tær til tín kommunulækna, og kannar, um tú líkur krøvini til ávísing. Tú kanst somuleiðis velja allar sálarfrøðingar, sum virka undir Heilsutrygd.

Les meira um sálarfrøðingar og ymiskar viðgerðir á heimasíðuni hjá sálarfrøðingafelagnum her

Hevur tú framt harðskap?

Almannamálaráðið hevur skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Talan er um viðgerð hjá løggildum, privatpraktiserandi sálarfrøðingi.

Viðgerðin, sum er ókeypis, er fyri bæði kvinnur og menn, og fevnir um øll sløg av harðskapi. Tilboðið fevnir um 10 viðtalur hjá sálarfrøðingi.

Tú vendir tær beinleiðis til ein sálarfrøðing í hesum førum. Les meira um teir sálarfrøðingar, ið veita hesa viðgerð her

Les meira um tilboðið her

 

Seinárin av kynsligari misnýtslu?

Hevur tú seinárin av kynsligari misnýtslu, hevur tú rætt til 10 ókeypis viðtalur hjá sálarfrøðingi, ið hevur sáttmála við Heilsutrygd. Tú vendir tær beinleiðis til tann sálarfrøðingin, sum tú ynskir.

Les meira um tilboðið her

Gongur tú á miðnámi?

Gongur tú á miðnámsskúla, kanst tú fáa viðtalur hjá sálarfrøðingi, sum er knýttur at skúlanum. Hetta er ókeypis. Tú kanst fáa meira kunning hjá lestrarvegleiðingini á skúlanum.

 

 

Keldur: AMR, Heilsutrygd, HMR, Felagið føroyskir sálarfrøðingar, Sálarfrøðistovan.