ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur av ST tann 13. desember í 2006, og í 2009 samtykti Føroya Løgting eisini sáttmálan.
Altjóða sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek (Convention on the Rights of Persons with Disabilities) er fyrsti altjóða sáttmáli, sum einans fevnir um fólk, sum bera brek.
Umframt at sáttmálin staðfestur verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin eisini ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi, umframt serlig rættindi til tey, ið bera brek. So sum rættin til atkomu í víðari merking og um javnstøðu.
Sáttmálin bannar øllum formi fyri mismuni vegna brek.
Finn sáttmálan á føroyskum her
Les meira um sáttmálan, og finn hann á enskum her