MEGD

MEGD er meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum. MEGD hevur 24 limafeløg, ið arbeiða innan brekøkið. Talan er um likamlig og sálarlig brek. Sinnisbati er eitt teirra.

MEGD bleiv stovnað sum meginfelag í 1981.

MEGD arbeiðir brekpolitiskt innan øll samfelagsviðurskifti í Føroyum, soleiðis at tað skal vera gott hjá fólki, ið bera brek, at búgva og virka her. MEGD arbeiðir fyri áhugamálunum hjá teimum, ið bera brek, og limafeløgum teirra. MEGD arbeiðir við støði í ST-sáttmálanum um rættindi teirra, ið bera brek fyri.