Hevur tú ella onkur, ið tú kennur trupulleikar við ovurnýtslu av rúsdrekka, ber til at fáa góða hjálp og viðgerð til hetta. Niðanfyri sært tú ymisk tilboð sum eru til taks í Føroyum. Síðan verður uppdaterað so hvørt sum fleiri tilboð eru.
Bláikrossur
Blái Krossur Føroya er ein kristiligur fráhalds- og hjálparfelagsskapur, ið serliga arbeiðir innan øki, sum hevur við rúsevni og rúsdrekka at gera.
Blákrossheimið
Blákrossheimiðið er ein viðgerðarstovnur á Nesi fyri fólk við rústrupulleikum, og bjóðar bæði døgn og dagviðgerð.
Les meira um Blákrossheimið á síðuni hjá teimum: blakrossheimid.fo
Rúslinja
Bláikrossur hevur eina rúslinju, tú kanst ringja til alt samdøgrið á Tel. 77070
DAT Ung
DAT Ung hjálpa teimum, ið hava trupuleikar av rúsdrekka ella rúsevnum. Eisini hjálpa tey avvarðandi og familjunum, hjá misbrúkarunum, og arbeiða harumframt fyribyrgjandi. DAT Ung er fyri ung millum 15 og 18 ár, sum hava rústrupulleikar. Tað snýr seg ikki um, hvussu stór nýtslan av rúsinum er, ella hvat slag av rúsandi evni talan er um, men heldur um hvussu ein nýtir rúsin.
Títt Rúm
Títt Rúm er eitt tilboð til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Les meira um tilboðini hjá Bláa Krossi á síðuni hjá teimum blakross.fo
Heilbrigdi
Heilbrigdi er viðgerðarstovnur fyri fólk, ið hava trupulleikar av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum, og sum ynskja at sleppa burturúr misbrúkinum. Heilbrigdi liggur á Velbastað. Heilbrigdi hevur 14 viðgerðarpláss. Tilboðið er ókeypis.
Tel. 328055
Teldupostur: heilbrigdi@heilbrigdi.fo
Vitja teirra heimasíðu her: heilbrigdi.fo
Frælsi
Frælsi er avvenjingartilboð hjá Frelsunarherinum fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Heimið hevur rúm fyri átta fólkum í avvenjing, umframt eina útslúsing, har fólk læra at klára seg í samfelagnum. Heimið. Heimið liggur á Eiði
Tú kanst ringja alt samdøgrið á tel. 205205
Megna títt lív
Megna títt lív arbeiðir við ungum í aldrinum 15 – 30 ár sum hava sálarligar, og/ella sosialar avbjóðingar. Eisini arbeiða tey við persónum við rúsevnis ella rúsdrekka misnýtslu. Tey veita ráðgeving og umsorgan, soleiðis at tey, ið hava tørv á tí, fáa mest møguligar ágóðar og hjálp til at megna sítt lív.
Tel: 297359
Teldupostur: megnatittliv@av.fo