Sálarlig fyrstuhjálp í samband við sjálvmorðsvanda


Meira enn helvtin av øllum sjálvmorðum koma fyri hjá teimum, sum hava eina sálarliga líðing/sjúku - tilvitaða ella ótilvitaða.  Nakað av tí týdningarmiklasta fyri at fyribyrgja sjálvmorðum og sjálvmorðsroyndum, er at tosa um tað og leita sær hjálp.


TOSA UM TAÐ

Um onkur er sjálvmorðshótt/ur, er týdningarmikið at tosa um tað og formulera seg klárt og týðiligt. Spyr beinleiðis um sjálvmorðstankarnar. Gransking vísir, at tað ikki økir um vandan at spyrja inn til tankarnar. Tað kann harafturímóti kennast rættiliga einsamalt, ikki at kunna deila sínar tungu tankar við onnur.

Tað kann vera trupult at spyrja og at verða spurdur, so tí er gott við einum bleytum og umsorganarfullum inngangi, t.d:

-  "Eg veit væl, at hetta er ein trupul spurningur, men eg noyðist at spyrja, tí eg eri stúrin um teg..."

Spurningurin skal vera beinleiðis, og skal ikki vera tvítýddur, t.d: “Hevur tú sjálvmorðstankar, ella umhugsar tú at taka lívið av tær?”. Hetta kann sissa persónin.

Tað er týdningarmikið, at ikki spyrja hóttandi ella gerast ill/ur, tá tú skalt tosa við ein, sum hevur sjálvmorðstankar. Vís umsorgan og skapa tryggar umstøður. Vís, at tað er í lagi ikki at hava tað gott.


MET UM STØÐUNA

Tað er týdningarmikið, at allir tankar um sjálvmorð verða tiknir í álvara. Fyri at meta um, hvussu álvarsom støðan er, kanst tú spyrja spurningar sum hesar:

  • Hevur tú sjálvmorðstankar, ella umhugsar tú at taka lívið av tær?
  • Hevur tú funnið útav, hvussu tú fert at taka lívið av tær?
  • Hevur tú funnið útav, nær tú fert at taka lívið av tær?
  • Hevur tú roynt at tikið lívið av tær fyrr?
  • Hevur tú drukkið alkohol ella tikið onnur rúsevni?

Eitt, sum er gott at hava í huga er, at tess fleiri av spurningunum, persónurin kann svara játtandi á og tess meiri ítøkilig ætlanin um sjálvmorð er, tess meiri álvarsom er støðan - men hav eisini í huga at ein manglandi ætlan ikki merkir, at persónurin er tryggur.

Hóast persónurin ikki tykist at vera kensluliga ávirkaður av samrøðuni, nýtist tað ikki at merkja, at viðkomandi ikki hevur tað torført ella ikki ætlar at gera álvara av sínum hugsanum. Nøkur, sum hava tað tungt, kunnu sløkkja fyri sínum kenslum. Tí skalt tú taka allar útsagnir um sjálvmorð í álvara.


VERÐ HJÁ VIÐKOMANDI

Lat ikki persónin vera einsamallan. Ver hjá viðkomandi ella tryggja tær, at onkur annar kann vera um persónin. Tryggja tær í øllum førum, at viðkomandi hevur nummarið hjá vini ella familju, ið kenna til støðuna. Fortel, at tað er týdningarmikið, at persónurin boðar frá, um støðan gerst verri.


HJÁLP VIÐKOMANDI VIÐ AT LEITA SÆR HJÁLP

Tú eigur ikki at ganga við til at halda vitanina loyniliga, um at ein persónur er sjálvmorðhóttur, men fortel viðkomandi, hvør skal hava hetta at vita. Spyr persónin um loyvi til at finna hjálp og fortel, hvat fyri hjálp tú hevur í tonkunum. Tað kann verða neyðugt at gera ímóti ynskjunum hjá persóninum, um hetta merkir, at vitanin skal haldast loynilig.

Vís umsorgan fyri viðkomandi og sig, at tú gjarna vil hjálpa. Tað kann eisini vera ein lætti fyri persónin at tosa um teir ítøkiligu trupulleikarnar, persónurin er stúrin um.

Vís eisini á møguleikarnar fyri professionellari hjálp. Tað kann t.d vera kommunulækna, vaktlæknan (1870), sálarfrøðiliga hjálp, kjatt-ráðgevingina hjá Sinnisbata ella Livslinjen (+45 70 201 201). Um tað er ein ungur persónur, so hevur Barnabati eisini Tú & Eg ráðgevingina (116 111).


ANSA EFTIR TÆR SJÁLVARI/UM
Tað kann vera tungt og kennast ógvusligt at vera avvarðandi til ein, sum er sjálvmorðshóttur ella hevur gjørt eina sjálvmorðsroynd. Tað kann kennast sum ein stór ábyrgd, og tú gongur kanska við nógvum tonkum og stúranum. Tað kann vera ein stórur tørvur á at finna eina forkláring og at skilja støðuna.

Tað er tí eisini týdningarmikið, at tú ansar eftir tær sjálvari/um. Ver tilvitað/ur um tína ábyrgd sum avvarðandi. Er hetta meira enn tú megnar? Hugsa um, um tær eisini tørvar hjálp, og onkran at tosa við.

 


 

»Hoyr poddvarp um sjálvmorð 

 

»Viðkomandi slóðir

»Livslinien

» Dansk center for selvmordsforebyggelse

»Psykiatrifonden

»Center for Selvmordsforskning

 

 

 


Keldur:

Psykiatrifonden (2019). Psykisk førstehjælp. Psykiatrifonden.

Psykiatrifonden, n.d. Selvmord. Psykiatrifonden. Retrived September 7, 2023, from https://psykiatrifonden.dk/viden/temaer/selvmord

Livslinien, n.d. Viden om selvmord. Livslinien. Retrived September 7, 2023, from https://www.livslinien.dk/viden-om-selvmord