KJATT-RÁÐGEVING
Hevur tú tørv á at tosa við onkran?
Vit eru her fyri teg og klár at lurta eftir tær!
Kjatt-ráðgevingin hjá Sinnisbata hevur opið mánadag, mikudag og hósdag millum kl. 20-22.
Hvørjum er kjatt-ráðgevingin ætlað?
Stutta svarið er øllum. Ráðgevingin er fyri øll, sum hava tørv á at tosa við onkran.
Tað kann vera um stúranir, vegleiðing um, hvar ein kann leita sær hjálp til ein, sum stendur nær, ávísing til tilboð og tænastur ella okkurt heilt annað. Einki er ov lítið ella ov stórt at práta um.
Ráðgevarnir, sum eru í ráðgevaratoyminum, hava øll hollar royndir í at ráðgeva og vegleiða. Tað hevur ongan týdning, hvussu gamal ella ungur tú ert, tú ert dulnevndur, eins væl og ráðgevarnir eru tað, og tú kanst tosa um júst tað, tú hevur hug til og brúk fyri. Einki er tabu, skomm ella flovisligt. Tó er tað soleiðis, at um upplýsingar verða givnar, sum ráðgevarnir meta eru til skaða fyri teg ella onnur, og tú upplýsir, hvør tú ert, so hava vit skyldu at boða frá til rætta myndugleika (barnavernd, løgreglu ella onnur).
Hug at gerast sjálvboðin ráðgevi hjá Sinnisbata?
Hevur tú eina heilsufrøðiliga, námsfrøðiliga ella sosialfakliga útbúgving, og hevur hug at nýta tínar førleikar til eitt gott endamál? Send okkum ein teldupost á Sinnisbati@Sinnisbati.fo