OKKARA STUTTSØGUSAVN

Í samband við átøkini 'Okkara Yrkingasavn' og 'Okkara Listasavn', byrjar nú nýggja átakið 'Okkara Stuttsøgusavn'.

Her hava vit møguleika at deila okkara kenslur og hugsanir umvegis stuttsøgur. Her fáa bæði vit í ungdómsbólkinum og tit har úti, ið eru í hálvt við eina stuttsøgu, møguleikan at deila verkið (við navnið ella dulnevnt).

Á hendan hátt kunnu vit læra at skilja hvønn annan, og somuleiðis seta okkum í samband við hvønn annan. Allar stuttsøgur eru hjartaliga vælkomnar. Einki er býttisligt ella skeivt.

Send tína stuttsøgu á ung@sinnisbati.fo, ella umvegis Instagram ella Facebookvangan hjá Sinnisbata Ung.

Vit vóna, at tit ynskja at verða við til at skapa okkara heilt egna serstaka hugaheim og stuttsøgusavn.

 

Stuttsøgurnar koma at liggja á hesi síðuni, so hvørt sum søgur koma inn.