SJÁLVSOGNARSTOVNURIN SÓLSTRÆTI

 

HÚSALÁNSGRUNNURIN OG SINNISBATI
Longu trý ár eftir stovnanina av Sinnisbata í 1982, vóru húsini á Sólteigi 11 í Tórshavn, í 1985, keypt til at hýsa fólki við sálarsjúku. Húsini hava útint sítt góða virki til dagin í dag. Leiðari øll árini hevur verið Rasmus Patursson, meðan Harald Haraldsen hevur verið varaleiðari sama tíðarskeið.

Fýra ár seinni, í 1989, vóru eini onnur hús afttat keypt til at hýsa fólki við sálarheilsutrupulleikum. Nevndin í Sinnisbata stóð einsamøll fyri keypinum av hesum húsum í Eysturstrætið 4., sum síðani eru umvæld til ein snotiligan karm um eitt virðiligt heim, sum framvegis er við sítt fríska lív. Rasmus Patursson er eisini leiðari har, men tað er Sámal Lindenskov, sum er dagligur leiðari, og nevnast skal at tað er hann sjálvur sum hevur staði fyri øllum umvælingunum í húsinum, bæði innan og uttan og hevur gjørt ein stóran part av arbeiðinum saman við búfólkunum.

Bæði viðvíkjandi húsunum á Sólteigi 11 og Eysturstræti 4. var Húsalánsgrunnurin v/ Jóannes Dalgarð, til reiðar at hjálpa Sinnisbata fíggjarliga við lagaligum lánum. Tað hevur verið gott samstarv har. Húsalánsgrunnurin hevur nú brott navn til "Bústaðir".

Sólteigur og Eysturstræti verða rikin av "Sólstræti", ið er eitt partafelag, sum Sinnisbati og Húsalánsgrunnurin stovnaðu í 2001. Fram til aðalfundin í 2018 var nevndin mannað av Svenning av lofti, formaður, ið umboðaði Sinnisbata og Tummas Thomasen, kassameistari og skrivari, sum somuleiðis umboðaði Sinnisbata. Vit takka fyri teirra stóra íkasti og arbeiði í felagnum.

Nevndin er hendan (várið 2018): Súsanna Olsen, forkvinna, ið umboðar Sinnisbata, Sámal Lindenskov, Sinnisbati og Andras Róin, ið umboðar íbúðarfelagið "Bústaðir".  Marjun J. Hentze er tiltakslimur, sum umboð fyri Sinnisbata.