Ognir hjá Sólstræti

Sjálvsognarstovnurin Sólstræti eigur tríggjar ognir í Tórshavn.

Ognirnar eru Sólteigur 11, sum húsar ein bústovnur fyri fólki við sálarsjúku. Rasmus Patursson er leiðari á bústovninum Sólteigi.

Mynd: Google Maps

Ognurin á Eysturstræti 4 eigur Sólstræti somuleiðis. Eisini hesi ogn húsar bústovni fyri fólki við sálarsjúku. Dagligur leiðari er Sámal Lidenskov.

Mynd: Eysturstræti 4, Kortal.fo

Nannuborg

Í 2016 arvaði Sinnisbati húsini hjá Nannu Skála, sála, á Dalavegnum 8 í Tórshavn. Ætlanin er, at húsini skulu rúma øllum virkseminum hjá Sinnisbata og tónleika- og listaligi tiltøkini hjá bústovnunum, sum Sólstræti varða av í húsunum hjá sær. Hetta til gleði fyri fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra.

Tó eru húsini á Dalavegnum sera illa farið, og ætlanin er tí at ríva tey húsini niður, ið standa á stykkinum nú, og byggja upp  eini nýggj hús, ið livir upp til ynskini hjá Nannu Skála; at húsini hjá henni skuldu húsa og rúma virksemi til og fyri menniskju við sálarsjúku. Nanna lat sjálv húsini á Dalavegnum byggja.

Mynd: "Nannuborg", Kortal.fo

Til æru fyri og til minnis um Nannu Skála, sála

Nanna Skála varð fødd hin 20. februar og  bleiv meira enn 100 ár. Hon var sæð sum ein býarmynd í Tórshavn, og varð á nógvnum økjum ein slóðari, ið gekk undan fyri at skapa broytingum í samfelagnum. Serligt var hon undangongufólk fyri at fyribyrgja tubakksroyking og rúsdrekkamisnýstlu. Í hesum sambandi var Nanna Skála við at stovna Heilbrigdi  í 1986, og týddi í tí sambandinum "Tjúgufýratímabókina" úr íslendskum. Bókin telur 365 tekstir, ið avhaldsfólk og onnur í Føroyum hava styðjað seg til í mong ár. Sjálv var hon avvarðandi at fólki, ið stríddist við rúsdrekkatrupulleikum. Sjálv var hon útbúgvin fysioterapeutur.

Eitt serligt eyðkenni við Nannu var, at hon var sera treisk og djørv. Hon gav ikki upp og tók ikki avbjóðingar til ein forðing. Hetta treiskni og áhaldandi arbeiði fyri at basa um korini hjá fólki við avbjóðingum, ynskja vit at æra. Tí er tað eisini neyðugt, at húsini sum verða bygd vera í hennara anda. Ynskið hjá Sinnisbata er, at húsini skulu vera atkomuligt og vera drivið á grønari orku. Har afturat skulu húsini rúma alskyns virksemi hesum fólkunum til frama, sum Nanna hevði so ómetaliga stóra eldhuga fyri at geva lívið lættari hjá.

Í 2015 gjørdi Kringvarpið eina sending um Nannu Skála á hennara 100 ára føðingardegi. Til ber at síggja sendingina og samrøðuna, ið Høgni Mohr hevði við Nannu á føðingardegi sínari:

Kelda: Kringvarp Føroya, 2015