Hvat er panikangist?


Eitt panikherðindi er eitt rættiliga vanligt fyribrigdi, ið nógv fólk koma at uppliva onkuntíð í lívinum. Tú kann fáa eitt panikherðindi, um tú í eitt longri tíðarskeið hevur verið strongdur ella ovbyrjaður. Tað kann verða strongd í samband við arbeiði, sjúku, hjúnaðarskilna, deyðsfall ella ein strongdan og friðleysan gerandisdag.


Nøkur menna panikangist. Panikangist er ein angistlíðing við afturvendandi, knappligum og ógvisligum herðindum av angisti ella panikki. Herðindini koma ofta uttan nakra ávaring og verða ikki útloyst av eini serligari støðu ella orsøk. Tað kennist, sum um herðindini koma burtur úr ongum, tí at tað er einki at vera bangin fyri í sjálvari støðuni - tó byrjar panikangist ofta í einum tíðarskeiði við strongd. Umleið 2% av okkum uppliva panikherðindi so javnan, at talan er um diagnosuna panikangist.

Herðindini hava nógv kropslig angisteyðkenni við sær. Tað er serliga angistin í kroppinum, sum tekur yvir, og tú kann uppliva ógvisligar kropsligar reaktiónir. Nøkur fólk eru meiri útsett fyri at fáa panikangist enn onnur. Um kroppurin hevur koyrt hart á og verið stressaður í longri tíð, skal tað ikki nógv til, fyrr enn tann autonoma nervaskipanin útloysir eitt panikherðindi.

Herðindini kunnu byrja við eini kenslu av órógvi í kroppinum og uttan nakra ávísa orsøk (tilvitaða orsøk), fer kroppurin í panik. Hjartað byrjar at banka harðari, pulsurin fer upp, tú kikkar eftir ondini og búkurin trekkir seg saman.


Í ávísum støðum kann tað gerast ov nógv, og tá koma panikherðindini. Mann gloymir, hvussu mann andar, búkurin knýtir seg saman, hjarta pumpar títt, adrenalini koyrir uppá tað hægsta, og tað prikar í øllum kroppinum. Tað kennist satt at siga, sum um mann druknar, ella doyr. Alt hetta kann ganga fyri seg, meðan eingin annar leggur til merkis, at nakað er áfatt. Uttaná kann eg síggja út sum um, eg havi tað fínt, meðan nakað heilt annað fyrigongur í høvdinum. Tá eg so royni at greiða frá, hvat er galið, er tað ringt hjá fólki at skilja, og mann fær ofta eitt: “royn bara og slappa av” svar. Tað er tað síðsta mann vil hoyra í tí løtuni, tí tað er ómøguligt.

- Dulnevnd kvinna, 23


Tá tú upplivir angist í eini ávísari støðu, ger kroppurin seg til reiðar til antin at flýggja úr støðuni ella at berjast. Onnur uppliva eisini at stívna og frysta og fáa ikki tosað ella flutt seg úr stað. Hetta er tað, ið á enskum kallast fight, flight or freeze response.

Panikherðindi varða relativt stutt, og eftir eini 15-20 minuttir hæsa tey av. Eitt panikherðindi kann vera sera ógvisligt og ræðandi at uppliva. Serliga tær fyrstu ferðirnar man upplivir eitt, og ikki veit, hvat er á vási. Hóast eitt panikherðindi ofta gongur skjótt yvirt, kann man vera ávirkað/ur av tí í fleiri dagar aftaná. Fólk, sum líða av panikangist, eru ofta bangin fyri, at tey eru við at missa vitið, eru um at doyggja, fara at svíma ella koma at gera okkurt flóvisligt. Fleiri broyta atferð og royna at umganga ella flýggja úr støðum, har angistin kann koma. Tað kann vera í bussi, í stórum fólkamongdum, í almennari ferðslu ella til handils. Summi halda seg inni og avbyrgja seg frá umheiminum. Panikangist kann tí vera sera darvandi og ganga út yvir lívsgóðskuna.


Væntanin um at fáa angist
Aftaná tað fyrsta panikherðindi, uppliva nógv at tey hava áhaldandi angist og stúranir um at fáa fleiri panikherðindi. Væntaninar og stúranirnar um eitt nýtt herðindi, kunnu somuleiðis vera við til at útloysa nýggj panikherðindi, og soleiðis kann tað koyra í ring. Tú verður ofta varðugur við kropsligu eyðkennini, og tulkar tey sum tekin á eitt byrjandi herðindi. Hetta kann í sjálvum sær framprovokera fleiri kropslig eyðkenni. Hendan væntanin um at fáa eitt panikherðindi, kann elva til størri trupulleikar í gerandisdegnum, enn sjálvt panikherðindi kann.


Tað er góð hjálp at fáa fyri at fyribyrgja og basa panikangist. Tosa við tín lækna og spyr um tínar møguleikar. Tey flestu kunnu sleppa úr óttanum við sálarfrøðiligari og/ella medisinskari viðgerð.