Stutt um angist

SLØG AV ANGIST

HVUSSU LJÓÐAR ANGIST?

Hvat er angist?


Angist er ein kensla, sum er ætlað at hjálpa okkum at yvirliva og ávara okkum um vandar. Hetta er ein natúrlig kensla, sum kann vera ógvuliga torfør at fáa tamarhald á. Angist er pínufult, men ikki farligt í sjálvum sær. Tað ber til í allar flestu førum at vinna á óttanum og fáa eitt betri lív. Tað er góð hjálp at fáa, um tú stríðist við angist.


Tey flestu av okkum hava upplivað og koma at uppliva okkurt slag av angist, uttan at beinleiðis uppfylla krøvini til eina angistdiagnosu. Fyri summi verða angist kenslurnar so sterkar og lemjandi, at tær ganga útyvir gerandisdag, skúla og arbeiði. Summi kunnu uppliva angist í støðum, sum fyri onnur kunnu tykjast heilt vandaleysar. Hetta kann eitt nú vera, tá viðkomandi fer at keypa inn, fer í býarbussin ella fer í føðingardag. Angist kann eisini koma brádliga, sum burtur úr ongum. Kenslur av angist kunnu eisini koma á okkum, tá vit eru undir stórum trýsti og eru ovbyrjað. Angist er tí eisini ofta eitt fylgiseyðkenni, sum er knýtt at fleiri øðrum psykiatriskum líðingum og kropsligum sjúkum.

Ein týdningarmikil fyritreyt í øllum angistdiagnosum er, at eyðkennini skulu hava verið til staðar í so stórum vavi, at tað gongur út yvir lívsgóðskuna ella forðar tær at gera ting, sum tú ynskir at gera ella vanliga megnar at gera. Byrjar angistin at forða tær í gerandisdegnum, so eigur tú at tosa við onkran og leita tær hjálp.

Tað eru fleiri stig av angist - tey ganga frá løttum nervørsiteti og ótta til ógvislig herðindi av panikki, har tað kann kennast, sum tú er um at doyggja. Tað eru fleiri ymisk sløg av angist. Tær kanst tú lesa meir um við at trýsta á heitini omanfyri.


Eitt tað torførasta við at hava angist er at fáa hini (og seg sjálva) at skilja, hvat tað er, sum gongur fyri seg í høvdinum, Hvussu ber tað til at hava tað so ringt, tá ið tað ikki sæst á tær?  - dulnevnd


Hví fáa vit angist?

Tað kunnu, sum við flestu øðrum sálarligum líðingum og fyribrigdum, vera ymiskar orsøkir til, at nøkur fáa angist og onnur ikki fáa. Tað er ikki eitt einkult svar ella ávís orsøk til, hví vit fáa angist, men biologisk, sálarfrøðilig og umhvørvislig viðurskifti kunnu tó spæla ein leiklut.

Sinnalag kann ganga í arv og vera viðføtt. Nøkur kunnu hava ein viðføddan ‘tendens’ ella eru meiri sárbær til at menna angist. Ein orsøk kann eisini vera, at tú hevur verið strongd/ur í longri tíð.  Tað kann eisini vera ein ávís hending og uppliving, ið elvir til, at tú mennir angist. Uppvøkstur og ótryggar rammur kunnu eisini hava ein týdning.


Hvat kanst tú gera?
  • Tað er umráðandi, at angistin verður uppdagað og hond tikin um, so skjótt, sum gjørligt. Tað kann hava stóra ávirkan á lívsgóðskuna hjá tí rakta.
  • Tað eru góðar viðgerðir fyri angist - bæði sálarfrøðiligar og medisinskar. Um tú hevur angist, er tað týdningarmikið, at tú leitar tær hjálp. Ver opin um tína angist og tosa við familju og vinir um trupulleikan. Tosa við tín lækna um tínar møguleikar og/ella bið um tíð hjá sálarfrøðingi.
  • Tað eru nógv, sum tú kanst gera sjálv/ur fyri at minka um angistina. Les um eyðkennini við angist (t.d við at lesa hetta), og lær teg at kenna tey aftur, tá tú upplivir tey.
  • Tað er týdningarmikið at sova nokk, eta og røra seg. Royn sum best at sleppa tær undan strongd og lær tína angist at kenna, soleiðis at tú skilur betri, hvat tað er, sum gevur tær angist. Andadrátts- og mindfulness venjingar hava eisini víst seg at kunna lætta um angist kenslur.

Tankarnir renna sum villir hestar runt í høvdinum, serliga um kvøldið - og aðrar tíðir kennist tað, sum heilin er fullkomiliga tómur, og tú fært ikki eitt einasta orð upp - fært ikki hugsað ein tanka. Sum um eg eri farin úr mínum egna kroppi - dulnevnd