Hvat er PTSD?


PTSD stendur fyri Post Traumatic Stress Disorder. Á føroyskum kann tað umsetast til strongdarórógv eftir traumatiska hending. PTSD kann raka øll, ið hava verið útsett fyri, ella hava verið vitni til eina traumatiska hending.


Heitið sipar til, at man eftir eina ógvisliga stressandi og lívshóttandi hending, mennir ávís sjúkueyðkenni. Tú kanst uppliva eitt trauma uttan at hava PTSD. Men tú kann ikki fáa PTSD uttan at hava upplivað eitt trauma. Tað er ikki ein einføld forkláring á, hví summi fáa PTSD, meðan onnur ikki gera. Tó vita vit, at tess størri og álvarsamari upplivingin er og oftari ein persónur verður útsettur fyri eini traumatiskari hending, tess størri er vágin fyri at útvikla PTSD.

Dømi um slíka hending kann eitt nú vera, at man er vitni til, ella sjálvur upplivir eitt álop, valdstøku, ferðsluvanlukku, kríggj ella náttúruvanlukku. Offur fyri langtíðar -happing og/ella -harðskap ella aðrar líknandi hendingar, kunnu eisini fáa PTSD.


PTSD er samansett av trimum kjarnueyðkennum:

  • Endurupplivingum av traumatisku hendingini: Traumatiska hendingin verður endurupplivað, og persónar við PTSD eru plágaðir av afturvendandi visuellum og sansaligum upplivingum, so sum flashbacks ella marrudreymum. Hesi kunnu kennast sera ógvuslig og lívlig.
  • Undanførslu-atferð: Persónar við PTSD kunnu uppliva sera stórt óbehag í støðum, ið minna um traumatisku hendingina. Hetta kann føra til, at ein roynir at sleppa sær undan øllum, sum minnir um hendingina. Tað kunnu m.a vera støð, fólk, ljóð, luktir og tankar, sum kunnu útloysa kenslur og angist frá traumatisku hendingini.
  • Hyperarousal: Persónar við PTSD hava ein tendens til alla tíðina at vera á varðhaldi, og kroppurin og sinni er í tilbúgving. Tað kennist sum um, at tað altíð er vandi á ferð, og sjálvt tað minsta óvæntaða ljóðið, kann leypa hvøkk á ein og útloysa eitt panikherðindi.

Angist ein stórur partur av PTSD. Fólk, ið líða av PTSD, eru ofta plágað av angistkenslum og panikherðindum. Eisini hava tey ofta svøvntrupulleikum, torført við at hugsavna seg og kunnu hava trupulleikar við minninum. Summi kunnu kenna seg apatisk og kensluliga lammað, hava trupult við at merkja nærleika, og fleiri stríðast eisini við tunglyndi.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, nær fyrstu tekini á PTSD byrja at vísa seg, og sjúkugongdin er ofta svingandi. Tað er normalt at vera ávirkaður av eini ógvisligari hending í dagar og vikur aftaná hendingina, men fyri summi setur hendingin seg fast, og tey útvikla PTSD. Fyrr varð hildið, at eyðkennini av PTSD altíð vístu seg 1-6 mánaðir eftir traumatisku hendingina, men nú vita vit, at PTSD eisini kann útviklast fleiri ár eftir hendingina.


Kennir tú teg aftur í eyðkennunum við PTSD, so er tað týdningarmikið, at tú leitar tær hjálp beinanvegin. Tað eru bæði sálarfrøðiligar og medisinskar viðgerðir fyri PTSD, og tað ber væl til at sleppa partvíst ella heilt av við eyðkennini. Nógv fólk við PTSD eru so ávirkaði av líðingini, at tað gongur útyvir lívsgóðskuna, arbeiðið og familjulívið, og tí er tað umráðandi at fáa hjálp.