Hvat er heilsuangist?


Fyrr bleiv heilsuangist (sjúkuangist) hildin at vera torfør at viðgera, men hetta er ikki hugsanin longur - heilsuangist er hinvegin ein líðing, sum fólk ofta ikki geva sær far um ella varnast beinanveg. Ofta ganga fólk við lemjandi angist og stúranum um sjúku, uttan at fáa ta hjálp, teimum tørvar. Ein av orsøkunum til hetta kann vera, at fólk við heilsuangist hava oftari hava lyndi til at leita sær læknahjálp heldur enn sálarliga hjálp.

Hetta er eisini ein líðing, sum í stóran mun enn er stigmatiserað, tí at tað er lítið fokus á hesa líðing, hóast heilsuangist er næstan líka vanlig sum t.d tunglyndi.


Fólk, ið líða av heilsuangist (sjúkuangist), hava ein stóran ótta fyri at gerast álvarsliga sjúk, td fáa krabbamein, hjartasjúku ella sklerosu. Tey eru sera tilvitað um sín kropp, og hava lyndi til at merkja og finna sjúkur allastaðni. Tað er sera vanligt at hava lættar tilburðir av heilsuangist og stúra um sína heilsu við hvørt. Hetta gevur sjáldan trupulleikar, ið eru viðgerðarkrevjandi.

heilsuangist kann tó gerast sera álvarsligt og lemjandi fyri summi, har ein áhaldandi er stúrin um sína heilsu, og ikki vil trúgva t.d læknanum, sum vissa hann um, at viðkomandi ikki eru sjúkur. Í slíkum føri, har angist og ótti um sjúku fyllur nógv og ávirkar gerandisdagin, kann tað vera ein stórur lætti at leita sær professionella hjálp. Tey flestu fáa eisini gagn av viðgerð fyri heilsuangist, og sleppa av við óttan.


Tá man líður av heilsuangist, kunnu stúranirnar um sjúku vera sera torførar at hava tamarhald á. Hóast fleiri somatiskar kanningar og váttanir frá lækna um, at alt er púra vanligt, verður tú bert róligur eina lítla løtu. Ein minni bólkur av fólkum við heilsuangist vilja ikki hava samband við heilsuverkið, tí tey óttast fyri at fáa keðilig boð. Men tey flestu við heilsuangist fara hinvegin ofta til lækna ella ringja bráfeingist til læknavaktina fyri at fáa vissu um, at tey ikki eru álvarsliga sjúk.

Fólk við heilsuangist tulka ofta kropsligar kenslur og eyðkenni, sum tekin á sjúku. Ofta merkir man eisini eyðkenni av sjúkum, man er stúrin um, og sjúkum, man hoyrir og lesur um. Um tú er bangin fyri at fáa ein hjartatilburð, er tað ikki óvanligt at verða innlagdur við pínu fyri bringuna og niður í vinstra arm, sum so vísir seg ikki at vera ein hjartatilburður. Hetta er ikki nakað, sum viðkomandi bara finnur uppá, men viðkomandi merkir verulig sjúkueyðkenni. Óttin fyri einum hjartatilburði kann veruliga seta angistkenslurnar í gongd, og hava somu sjúkueyðkenni við sær, sum sjúkuna viðkomandi óttast fyri at fáa.

Angist kann hava sera nógv kropslig eyðkenni við sær, og tað eru fleiri, sum ikki vita, júst hvussu stórar kropsligu reaktiónirnar kunnu verða.


Hvør fær heilsuangist?

Kanningar vísa, at umleið 1-2% av fólkum verða rakt av heilsuangist, sum er viðgerðarkrevjandi. Tað eru bæði ung og eldri og kvinnur og menn, ið líða av heilsuangist. Einki bendur á, at líðingin er bundin at ávísum sosialum faktorum, so sum útbúgving ella inntøku.

Tað kunnu vera ymiskar orsøkir til at fólk útvikla heilsuangist. Sum við flestu angistdiagnosum eru tað bæði biologisk, sálarfrøðilig og umhvørvislig viðurskifti, ið kunnu spæla ein leiklut. Tað kann vera sjúkufatanin og atferðin hjá foreldrunum, ið verður latin víðari til barnið og innlærd. Tað eru tó langt frá øll børn, sum hava foreldur við heilsuangist, sum sjálvi útvikla heilsuangist. Tað kunnu eisini vera upplivingar og royndir, sum spæla ein leiklut. Tað kunnu vera upplivingar við álvarsamari sjúku, sum útloysa angist - tað er tó ikki ein beinleiðis samanhangur í hesum, tí at slíkar upplivingar eru mettar at vera vanligir risikofaktorar til at útvikla aðrar sálarligar trupulleikar seinni í lívinum.

Koronakreppan kann vera eitt dømi um eina stressandi hending og uppliving, ið kann útloysa heilsuangist ella gera angistina verri.


Um tú kennir teg sjálv/an ella ein avvarðandi aftur í lýsingunum omanfyri og ynskir at fáa hjálp at handfara heilsuangistina, kanst tú seta teg í samband við egnan lækna. Læknin kann vísa teg víðari og kunna teg um møguleikarnar.